Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Magnus Heinason hevur ikki fiskieydnu á grunnum vatni

05. Mar 2015

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett ein fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini: Tí standa menn spyrjandi, hví verður ikki í einum royndarári givið einum vinnuligum trolbáti møguleikan, at gera somu tóvini, eftir somu trolpunktum samstundis sum havrannsóknarskipið.

les meir

TUTL Tíðindaskriv: Kristel Lisberg við nýggjum staklagi

05. Mar 2015

Føroyska songkvinnan Kristel Lisberg, júst tilnevnd á Faroese Music Awards í bólkinum Ársins Songkvinna, letur í dag út nýtt staklag, ið ber heitið September.

les meir

Hulda og Huldasound

05. Mar 2015

- er bæði frískt og serstakt íkast til føroyska tónleikin

les meir

SEV skal ikki fíggja landskassan

05. Mar 2015

Kommunurnar hava nú í meira enn eina hálva øld uppbygt eina vælvirkandi elveitingarskipan fyri føroyska samfelagið. Eina samhaldsfasta skipan, sum bjóðar øllum føroyingum eins tænastu. Eina skipan, sum samstundis tryggjar, at alt yvirskot í skipanini verður brúkt til at víðari menna skipanina – øllum føroyingum at frama. Kommunurnar bera nú ótta fyri, at Vinnumálaráðið ætlar at broyta hesa skipan við tí fyri eyga, at SEV – eins og onnur almenn monopol undir Vinnumálaráðnum – skal vera við til at fíggja undirskotið í landskassanum. Hetta góðtaka kommunurnar ikki.

les meir

Politisku avgerðirnar vanta um eina fiskivinnunýskipan

04. Mar 2015

Tað hevur verið arbeitt alt samgonguskeiðið við einari fiskivinnunýskipan og kjakið tykist verða óendaligt. Spurningurin er bara um nakað nýtt kemur fram. Tað eru gjørdar óteljandi fakligar frágreiðingar, skrivaðar greinar, hildnir almennir kjakfundir o.a., so fakliga og politiska grundarlagið fyri at koma víðari við einari veruligari nýskipan av fiskivinnuni, er til staðar.

les meir

Feløg í botnfiskaveiðuni fyri mismuni

03. Mar 2015

Við førda fiskivinnupolitikkinum verður stórur munur gjørdur á feløgum, ið reka fiskiveiðu. Tey feløg, ið hava bestu rættindini, fáa enn betur rættindi útlutað. Somuleiðis fáa feløg, ið ikki hava tilknýtið til føroyagrunnin, stór og nýggj rættindi útlutað. Samstundis verða onnur feløg, ið eru í kreppu, áhaldandi skerd uttan at fáa munagóð rættindi.

les meir

TUTL Tíðindaskriv: Forkunnuga HULDA við síni fyrstu útgávu

03. Mar 2015

Í dag, 3. mars, er fyrsta útgávan frá forkunnuga føroyska tónleikanavninum HULDA, ið ber heitið HULDAsound, tøk í handlunum. Útgávan er umvegis TUTL. Eftir væleydnaða konsertferð uttanlands herfyri verður í hesum sambandi eisini skipað fyri konsert í Reinasarínum, 7. mars, har ein topptjúnað HULDA fer at framføra við fullari manning og einum serligum gesti, meðan DJ Hús og songkvinnan Greta Svabo Bech hita upp.

les meir

BORGARSTJÓRIN Á VIRKISVITJAN

03. Mar 2015

Fyri framhaldandi at betra um tænastuna til vinnuborgarar í kommununi, verður alsamt roynt at fáa tættari tilknýti til vinnuna, soleiðis at politikkarar og umsiting kenna umstøðurnar hjá vinnuni betur. Ein liður í hesum arbeiði er at vitja fyritøkurnar í Tórshavnar kommunu og seta seg inn í teirra gerandisdag og umstøður annars. Í dag hevur borgarstjórin vitjað á Hálsi - BR Leikur, Damfar, Ide Møblar og Svend Krosstein.

les meir