Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Heinason hevur ikki fiskieydnu á grunnum vatni

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett ein fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini: Tí standa menn spyrjandi, hví verður ikki í einum royndarári givið einum vinnuligum trolbáti møguleikan, at gera somu tóvini, eftir somu trolpunktum samstundis sum havrannsóknarskipið...

Fyrispurningur um kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Heldur landsstýrismaðurin, at árligu yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni, geva eina sanna mynd av veruligu støðuni hjá botnfiskastovnunum.

2. Er tað rætt, at framleiðslan av Steinhamn-lemmunum, ið verða nýttir, steðgaðu í 1981?

3. Er tað sama slag av útgerð, trol, millumstykki, posi, meskastødd og tráðtjúgd, ið nýtt er øll árini.

4. Verða ljóðroyndir tiknar regluliga og hvat vísa tær.

5. Eru nakrar royndir gjørdar til samanlíkningar, har havrannsóknarskipið togar eftir somu trolstøðum, samstundis sum ein av teimum smáu vinnuligu trolbátunum.

6. Um nei, hevur Havstovan ætlanir um at gera slíka roynd.

Viðmerkingar
Sum Havstovan hevur víst á, so er tíðin farin frá Magnus Heinason. Hesin er gamal og ótíðarhóskandi, men hann hevur tænt fyri seg.

Tá eitt nýtt skip verður veruleiki, broytast fortreytirnar.

Fleiri fiskimenn hava víst á, at Magnus Heinason ikki hevði fiskieydnu á grunnum vatni, helst orsaka av larmi frá skrúvu og motori.

Sambært veiðu fyri hvønn troltíma, so er fiskiskapurin hjá Magnusi langt frá javnbjóðis teimum trolarum, sum fiska vinnuliga. Tí standa menn spyrjandi, hví verður ikki í einum royndarári givið einum vinnuligum trolbáti møguleikan, at gera somu tóvini, eftir somu trolpunktum samstundis sum havrannsóknarskipið.

Hesar royndir eru avgerandi fyri vísindaligu tilmælini til ICES.

Vit høvdu fingið eina betri og fjølbroyttari mynd.

Um fiskiskapurin varð brúkiligur, kundi royndin verði útreiðsluneutral.

Á Løgtingi, 5. mars 2015 

Kári P. Højgaard