Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TUTL Tíðindaskriv: Forkunnuga HULDA við síni fyrstu útgávu

Í dag, 3. mars, er fyrsta útgávan frá forkunnuga føroyska tónleikanavninum HULDA, ið ber heitið HULDAsound, tøk í handlunum. Útgávan er umvegis TUTL. Eftir væleydnaða konsertferð uttanlands herfyri verður í hesum sambandi eisini skipað fyri konsert í Reinasarínum, 7. mars, har ein topptjúnað HULDA fer at framføra við fullari manning og einum serligum gesti, meðan DJ Hús og songkvinnan Greta Svabo Bech hita upp. 

HULDA er eitt hitt mest forvitnisliga føroyska tónleikanavnið í nýggjari tíð, og tað kemst m.a. av, at ongin visti, hvør stóð handan fyrstu stakfløgurnar, ið komu út av nýggju útgávuni.

"HULDA hugtakið kom eg fram á, tí eg vildi varðveita mítt egna navn sum singer/songwriter artistur og at halda hesa elektroverkætlanina fyri seg. Eg havi altíð verið hugtikin av søgnum um huldufólk, og eg helt, at HULDA var eitt kul navn, og avgjørt var so at koyra við tí hugtakinum allan vegin ígjøgnum," greiðir Rannvá Helenudóttir, songkvinnan handan HULDA, frá. 

"Fyrstu stakfløgurnar komu út undir HULDA dulnevninum, og sóust ongi andlit á tí, sum myndaði HULDA navnið, og tað var stuttligt at lurta eftir viðmerkingum hjá ymsum um tónleikin - bæði teim góðu og ringu - og eisini sjálv at verða spurd um, hvat eg helt um henda nýggja tónleikabólkin, tí ongin visti, hvør tað var."

Í tráð við huldukenda visuella úttrykkið hevur HULDA lagt stóran dent á at hava ein sermerktan tónleikastíl. Nýggja útgávan er upptikin í Støkumørk, Innan Glyvur, í studio hjá tónleikaframleiðaranum Jens L. Thomsen, og í Dartmouth Place í London. Matt Colton á Alchemy hevur mastrað plátuna.** "Tilgongdin at finna HULDA 'soundið' hevur verið sera spennandi eins og eitt sindur nervapirrandi. Vit nýttu nógva tíð upp á at samskifta aftur og fram, meðan eg var í Føroyum og Jens í London, um ljóð og tónleikastílar, ið okkum dámdi, og hvør okkara hugsjón var um ávís ting. Tað snúði seg um at elektrofisera alt at kalla."

Útgávan fevnir um nýggj og gomul verk, ið øll eru upprunaliga skrivað á kassagittara í singer/songwriter stílinum.

"Tekstirnir eru í henda mun felagsnevnarin fyri øll løgini og einasta fasta útgangsstøðið, ið vit arbeiddu út frá. Tekstirnir skuldu vera tekstirnir og ikki broytast, hevði eg avgjørt frammanundan, tí hesir greiða frá søguni. Teir snúgva seg so um alt frá sorg og ólukkuligan kærleika umvegis veður og vind til uppspunnar søgur við einum myrkum og mystiskum undirtóna í trá við HULDA soundið og hugtakið." 

Við á útgávuni eru HULDA, Jens L. Thomsen, Allan Tausen, Guðrið Hansdóttir, Dan Helgi í Gong, LV og Petur Pólson. HULDA hevur skrivað øll løg og orð uttan "Blinded By His Colours," ið er skrivað saman við dananum Mikkel Engell. Jónfríð Eliasen hevur tikið pressumyndirnar, og Kirstin Helgadóttir hevur sniðgivið fløguhúsan.

Við sær á pall í Reinasarínum 7. mars hevur HULDA elektrosnillingin SAKARIS, multi-instrumentalistin Allan Tausen og trummumeistarin Per Ingvald H. Petersen. Eisini kemur ein heilt serligur gestur at syngja eina duet saman við HULDA. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Reinsarínum, í Kunningarstovuni og við dyrnar.