Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TUTL Tíðindaskriv: Kristel Lisberg við nýggjum staklagi

Føroyska songkvinnan Kristel Lisberg, júst tilnevnd á Faroese Music Awards í bólkinum Ársins Songkvinna, letur í dag út nýtt staklag, ið ber heitið September. 

Talan er um næsta staklag av fleiri, ið komandi tíðina verða útgivin á TUTL. Seinasta staklagið, ið Kristel gav út, var Without You, sum kom út í fjørsummar og fekk avbera góða móttøku. 

"Hetta næsta staklagið er sera persónligt fyri meg. Tað er ognað beiggja mínum, sum ikki er ímillum okkum meira," greiðir Kristel frá.

"Eg arbeiði miðvíst við egnum tilfari og eri í holt við ymsar verkætlanir. Næstu tíðina fara fleiri einstøk løg at koma út, og síðani fari eg at taka støðu um fyrstu fløguna."

September er upptikið í Studio Bloch í Havn við Trónda Bogason á klaver, Mikael Blak á bassi, Angeliku Nielsen á violin, Tóra Restorff Jacobsen á cello og Derek Murphy á trummum. Staklagið er smíðað av Kristel sjálvari saman við navnfromu Høgna Lisberg og James Thomas.

Stílurin kann lýsast sum poppur við einum myrkum undirtóna, og hevur dentur verið lagdur á at upptaka nýggju stakløgini so dynamiskt sum møguligt.

"Lagið er upptikið uttan elektronisk ískoyti fyri at fáa eina góða live-kenslu við í upptøkurnar."

Kristel Lisberg verður at hoyra á føroysku festivalpallunum í summar, og fer nýtt videolag til staklagið September at koma út í næstum.

Staklagið er miksað í Bornholm av James Thomas, ið m.a. hevur arbeitt saman við Beth Hart, og mastrað í London av Mandy Parnell, ið m.a. hevur arbeitt saman við Bjørk. Tað er tøkt sum talgilt download á iTunes og øðrum pallum. Sí meir um Kristel Lisberg her: www.facebook.com/kristellisberg