Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Høgni Hoydal reingir sannleikan

09. Mar 2015

Eg havi alment víst á, at við skerjingini í ríkisveitingini í 2002, so hevur landskassin mist umleið 6 mia.kr. í inntøkum tilsamans fram til dagin í dag og missir í løtuni umleið 700 mió.kr. árliga. Hetta varð gjørt uttan eitt einasta boð uppá, hvussu vit skuldu tryggja okkum eitt framhaldandi bygnaðarligt haldføri í búskaparinum ella útvega nýggjar inntøkur, fremja rationaliseringar o.a.

les meir

Nýtt búmerki avdúkast í Kvívík undir sólarmyrking

09. Mar 2015

Í sambandi við sólarmyrkingina skipar Kvívíkar kommuna fyri einum serligum tiltaki í í nýggja og snotiliga seyðhúsinum oman fyri bygdina. Allir borgarar eru bodnir til morgunmat fríggjadagin 20. mars frá klokkan 08.30, tá bygdarráðið eisini fer at avdúka nýtt búmerki fyri kommununa.

les meir

Pál Weihe adjungeraður professari á Setrinum

09. Mar 2015

Í sambandi við, at Pál Weihe er settur sum adjungeraður professari á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, verður bjóðað til almenna samkomu í fyrilestrarhølinum á Sjúkrarøktarfrøðideildini í Jónas Broncks gøtu 25 fríggjadagin tann 13. mars kl 15.

les meir

Fosturtøkuspurningurin er ikki so svart/hvítur

09. Mar 2015

Vit skulu gera alt fyri at hava so lágt fosturøkutal sum møguligt. Men harfrá, og so til at forbjóða ØLLUM fosturtøkum, er órealistiskt.
 Hvat nú um tann 14 ára gamla neyðtikna smágentan er við barn, ella dóttirin, sum pápin gjørdi við barn.


les meir

Námsfrøðiútbúgvingin er í vanda

09. Mar 2015

Sáttmálin um løn til starvslærararnar, sum hava námsfrøðilesandi í starvslæru gekk út 1. mars í ár, og enn er eingin nýggj avtala gjørd. Limir í Pedagogfelagnum hava sum so ikki skyldu at taka á seg arbeiði sum starvslærari, men starvslæran hevur alt at siga fyri, at lesandi kunnu gjøgnumføra útbúgvingina.

les meir

SavnsGull í eitt ár

09. Mar 2015

3900 útvarpsbond eru nú talgild og talið á talgildum tíðindahandritum er 17.000. Arbeiðið hevur gingið væl og rættilig ferð er komin á skrásetingina.

les meir

Kvinnur, ið vístu og framvegis vísa vegin

09. Mar 2015

Tá eg hoyrdi, at kvinnurnar ætla at útvelja sær eina kvinnu, sum hevur víst vegin fram móti javnstøðu, og reisa minnismerki um hana, so bilgtist tankarnir í mær, og eitt hugskot vaks við ferð.

les meir

Nei til ST tilmæli um fría fosturtøku

08. Mar 2015

ST metir, at tað er eitt brot á kvinnurættindi, at kvinnur í Føroyum ikki hava fría fosturtøku. ST bleiv stovnað eftir 2. veraldarbardaga, so at heimurin ongantíð aftur skuldi uppliva eina so systematiska fólkatýning aftur – og nú áleggja teir okkum at innføra eina systematiska týning av okkara minstu.

les meir