Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN Á VIRKISVITJAN

Fyri framhaldandi at betra um tænastuna til vinnuborgarar í kommununi, verður alsamt roynt at fáa tættari tilknýti til vinnuna, soleiðis at politikkarar og umsiting kenna umstøðurnar hjá vinnuni betur. Ein liður í hesum arbeiði er at vitja fyritøkurnar í Tórshavnar kommunu og seta seg inn í teirra gerandisdag og umstøður annars. Í dag hevur borgarstjórin vitjað á Hálsi - BR Leikur, Damfar, Ide Møblar og Svend Krosstein.

BR hevur verið í Føroyum í 25 ár - øll árini á Smyrilsvegi. Stjóri seinastu mongu árini er Rita Syderbø. BR er helst kendasti leikuhandil í Føroyum. Í løtuni arbeiða trý fólk fulla tíð, men til serlig høvi hevur handilin ein langan lista av fólki, sum í mong ár - serliga til høgtíðir - hava verið til taks, tá ástendur. Handilin selir til privatfólk og til stovnar, sum keypa inn í stórum. Men kortini er goymslan hjá BR ikki serliga stór - tað kemst av, at umskiftið av vørum er sera stórt, tí okkurt nýtt kemur alla tíðina. Á myndini síggjast tey trý starvsfólkini saman við borgarstjóranum.

Á Smyrilsvegi 5 er Damfar heilsølan, sum serliga er kend fyri góðgæti og køkur, men sum eisini umfatar Ítróttarhandilin í miðbýnum í Havn. Stjóri er Tummas Hanus Dam. Damfar er heilsøla og hevur sera stóra goymslu, tí heilsølan umboðar nøkur av best kendu merkjunum av eitt nú sjokulátu, keks, te, páskareggum og øðrum góðgæti. Tað má líka nevnast, at tað er Damfar, ið sum einasta fyritøka í heiminum selir skipskeks. Hon verður framleidd í Íslandi - til føroyingar! Á hesum nevnda økinum eigur Damfar meira enn helvtina av føroyska marknaðinum.

Ide Møblar á Falkavegi á Hálsi er tann fyritøkan, sum nógv oftast hevur vunnið heiðurin "Ársins Handil". Ide Møblar húsast nú í stóra bygninginum, flutt varð inn í til jóla í 2000. Fyritøkan leggur seg eftir at umboða kendastu og dygdarbestu designmøblarnar á marknaðinum - nú er handilin eisini farin at umboða føroyskt design, sum verður framleitt uttanlands. Ide Møblar er tiltikið gott arbeiðspláss og flestu starvsfólkini hava verið leingi í fyritøkuni. Leiðarar í fyritøkuni eru tey bæði Elsebeth og Birgir Andreasen, fyri stuttum er dótturin Beinta eisini útbúgvin innan handilsskap.

Fyritøkan Svend Krosstein hevur verið til síðan 1966, fyrstu árini Úti við Strond, flutt varð niðan á Háls í 1980. Svend Krosstein er heilsøla, sum eisini hevur framsýning við smásølu innan vatnveiting, kloakk, hitaverk, sanitet og ventilatión. Umframt tað hava tey eisini ein hobbyhandil við stórum úrvali av veiðireiðskapi, t.d. byrsur og tráður og alt tilhoyr. Tað gonur væl hjá fyritøkuni, har arbeiða um 20 fólk og í løtuni verður søkt eftir bæði útbúnum fólki og eftir lærlingum. Annika Krosstein er stjóri. Á myndini sæst borgarstjórin saman við fíggjarleiðaranum Harald Eirikstoft og Mortan Jensen Bang, søluleiðara.