Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SEV skal ikki fíggja landskassan

Kommunurnar hava nú í meira enn eina hálva øld uppbygt eina vælvirkandi elveitingarskipan fyri føroyska samfelagið. Eina samhaldsfasta skipan, sum bjóðar øllum føroyingum eins tænastu. Eina skipan, sum samstundis tryggjar, at alt yvirskot í skipanini verður brúkt til at víðari menna skipanina – øllum føroyingum at frama. Kommunurnar bera nú ótta fyri, at Vinnumálaráðið ætlar at broyta hesa skipan við tí fyri eyga, at SEV – eins og onnur almenn monopol undir Vinnumálaráðnum – skal vera við til at fíggja undirskotið í landskassanum. Hetta góðtaka kommunurnar ikki. 

SEV er samhaldsfast, grønt og trygt

Allar kommunur og harvið allir føroyingar eiga SEV. SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har allur tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, verður nýttur til framtíðar útbyggingar av elkervinum, bæði til tess at dagføra og framtíðartryggja elveitingarkervið í mun til alsamt vaksandi orkutørvin. Á tann hátt kemur vinningurin øllum Føroya fólki at gagni.

SEV hevur harumframt megnað at gjørt framleiðsluna so grøna, at t.d. í oktober 2014 var 75 % av orkuni hjá SEV framleidd úr vatni og vindi, og komandi árini er ætlanin, at 60 % av samlaðu ársframleiðsluni skal verða grøn. Í 2030 er ætlanin hjá SEV, at framleiðslan skal verða 100 % grøn. Longu nú kemur meir enn helvtin av framleiðsluni frá varandi orkukeldum. Í 2014 kom 51 % av samlaðu framleiðsluni frá vatni og vindi. 

Elveitingarlógin, sum kom í 2007, staðfestir greitt leiklutin hjá SEV sum elveitari, og hjá landinum sum evsti myndugleiki á økinum. SEV er regulerað av landinum í allar mátar. Viðtøkurnar skulu góðkennast av landinum, landið gevur netloyvi og framleiðsluloyvi, landið góðkennir elprísin, landið góðkennir lántøkur, og útbyggingar fara fram eftir samráð við landsmyndugleikan.

Um landið heldur seg skula stýra útbyggingini á elorkuøkinum við at eiga SEV, so er hetta ikki neyðugt, tí elveitingarlógin gevur longu landsstýrimanninum neyðug amboð. Harumframt hevur SEV sjálvt lagt eina ambitiøsa grøna kós – innovatión, útbygging við varandi orkukeldum, framkomnar stýriskipanir, fjaravlestur og skjóta elektrifisering av føroyska samfelagnum.

Vit hava hoyrt, at yvirtøkan hjá landsstýrinum skal fremjast fyri at forða fyri politiskari uppíblanding. Men vit halda, at tað er nógv lættari hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni at blanda seg uppí, enn at 30 borgarstjórarar samlað blanda seg uppí. 

Ognarskapur
Landsstýrismaður í Vinnumálum tosar í tíð og ótíð um at landið skal yvirtaka SEV. Ein møgulig søla av SEV hevur als ikki verið umrødd. Tískil bendir nógv á, at veruliga ætlanin hjá landsstýrismanninum er at ognartaka SEV frá kommununum.

Í statsrættinum er tað óumstrítt, at ikki einans tann einstaki, men eisini almennir myndugleikar, íroknað kommunur, eru vardir móti ognartøku. Ognartekur landið kommunala ogn, so skal inntrivið metast á sama hátt, sum um tikið varð frá privatum. 

Í donsku grundlógini stendur um ognarrættin í § 73, stk. 1: „Ejendomsretten er ukrænkelig. Ingen kan tilpligtes at afstå sin ejendom, uden hvor almenvellet kræver det. Det kan kun ske ifølge lov og mod fuldstændig erstatning.“ 

Eitt tað mest grundleggjandi kravið til ognartøku er sostatt kravið um lógarheimild. Tað hevur við sær, at landsstýrismaðurin ikki einsamallur kann yvirtaka SEV, men má hava Løgtingsins undirtøku í lóg. Slíka lógarheimild hevur landsstýrismaðurin ikki í løtuni.

Tað framgongur eisini av nevndu grein í grundlógini, at fult endurgjald skal latast í sambandi við ognartøku. Í praksis verður hetta ofta fatað sum marknaðarvirðið á ognini. Kortini er semja í rættarprakis um, at hóast handilsvirðið er útgangsstøðið, so eru serstakar støður har brúksvirðið ella kostnaðurin av at fáa sær somu ogn aftur („genanskaffelsesværdien“) eru meira avgerandi enn handilsvirðið.

Eisini er tað eitt grundleggjandi prinsipp í ognartøkurætti, at har møguleiki er at gera virðið á ognini upp út frá ymiskum meginreglum, hevur eigarin krav uppá, at endurgjaldið verður roknað eftir tí meginreglu, sum er mest fyrimunarlig fyri eigaran; t.v.s. tann hátturin at uppgera virðið, sum gevur hægstu upphæddina fyri eigaran.

Útgangsstøðið hjá kommunum er, at landið skal gjalda fullan prís fyri at keypa SEV. Eginognin hjá SEV liggur um 1 mia. kr. Okkara sjónarmið er, at grundlógin tryggjar okkum, soleiðis, at eitt keyp bert kann gerast ímóti fullum endurgjaldi. Slíkir handlar eru royndir aðrastaðni, t.d. í Danmark. Har endaði málið við, at staturin og kommunurnar samdust um eina loysn, tann sokallaða ELFOR avtalan.

Tað er ikki røtt umsiting av borgarans ognum, um kommunurnar geva tær burtur fyri onki. Sambært frágreiðing, sum júst er løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum, sigur serfrøðin í Føroyum eisini, at ein samráðingartilgongd er helst einasta loysn á hesum málinum. Hetta verður eisini undirbygt av donskum serfrøðingum. At brúkarin skal gjalda tvær ferðir, er ein spurningur um, hvussu mann fíggjar sítt keyp. Tað er eftir okkara tykki Johan Dahl, sum má forklára, hví tað er so umráðandi at landið yvirtekur SEV. Og so má hann eisini greiða frá, hvussu hann vil fíggja hetta keyp.

Sjálvsagt skulu kommunurnar hava endurgjald, um landið hevur ætlanir at keypa ella ognartaka SEV. At tosa um at brúkarin kemur at gjalda fyri útbyggingar tvær ferðir er reint tvætl. Fáa kommunurnar pening fyri SEV, so fáa borgarar í kommununum ágóðan av hesum annaðhvørt sum tænastur ella sum skattalættar.

Land og kommunur kunna ikki ganga runt og taka ognir frá hvørjum øðrum við teirri grundgeving, at allar ognir hjá landi og kommununum eru fíggjaðar við skatti ella brúkaragjøldum, og tí skal ikki gjaldast fyri hetta. Ætlar landsstýrismaðurin at gera seg inn á grundlógina?

Sundurbýting
Tað verður eisini tosað um at skilja sundur elframleiðsluna og elnetið. Slík sundurskiljing er hend í útlandinum. Í ES fór hetta fram eftir einum ES-direktivi frá 2003 og í tí verður givið undantak fyri sundurskiljing, tá ið talan er um smáar skipanir, markið var 500 Gigawatttímar (ársframleiðsla), í Føroyum er hon í løtuni 300. Elveitingarlógin krevur roknskaparliga sundurskiljing av net- og framleiðsluvirkseminum hjá SEV, og hendan er gjørt.

Kommunurnar halda, at ein fullkomin sundurskiljing av framleiðslu og neti er ikki skilagóð. Hetta kann bert viðføra størri kostnað til umsiting av elskipanini. Tann kostnaðurin kann einans fáast innaftur við einum hægri elprísi. Men júst hetta er ímóti aðalendamálinum við elveitingarlógini, sum sigur, at elprísurin ikki skal vera hægri enn neyðugt. Tað hevur verið nevnt, at sundurskiljing er ein fortreyt fyri kapping, og at vit harvið fáa fleiri elframleiðaðarar. Hetta er ikki so. Við núverandi elveitingarlóg hevur borið til at bjóða vindorkuframleiðslu út, higartil er hetta gjørt tvær ferðir.

Hvat innovatión viðvíkur, so er SEV í fremstu røð á fleiri økjum. Tað, at vit hava so stóra vindorkuframleiðslu á netinum, vekir almiklan ans uttanlands.

Vit hava higartil fingið sera góðar sømdir frá veitarum, sum í nøkrum førum hava latið granskingarfólk síni arbeiða ókeypis við loysnum til SEV. Tað er eisini ein fyrimunur at hava ein sterkan spælara á vøllinum, heldur enn at spjaða rakstrartunga virksemið sundur millum fleiri smáar.

Sjálvandi skal SEV fylgja við tíðini. SEV broytti viðtøkurnar í 2009 fyri at virka meira sum ein partafelagslíknandi fyritøka. Eisini hevur SEV umrødd eina skipan, har størri serfrøði verður knýtt at nevndini. SEV er samanumtikið ein sterk og livandi fyritøka, sum allatíðina brynjar seg til framtíðar avbjóðingar.

Skil á egið málsøkið fyrst
Míni ráð til Johan Dahl er at lata kommunurnar og SEV fáa frið til at gera sítt arbeiði, tí tað duga kommunurnar. So kann Jóhan Dahl heldur hugsavna seg um sínar uppgávur.

Jóhan Dahl kundi heldur roynt at fingið t.d. Strandferðsluna at rigga. Í heilum liggja ferjurnar til Suðuroynna og Sandoynna svínabundnar, hava black-out av onkrum slag, og kunnu ikki føra farm og fólk millum oyggjarnar. Tal av túrum verður eisini broytt í heilum alt eftir, um pengar eru tøkir. Hví ikki fáa hetta at rigga fyrst, áðrenn tosað verður um at yvirtaka samlaðu elframleiðsluna í Føroyum? Her er hóast alt bert talan um einkult skip.

Atlantsflog er annað gott dømi um, hvussu skilaleyst farast kann fram. Tann eina dagin skal alt einskiljast, síðani bleiv 1/3 einskildur, fyri síðan at blíva afturkeyptur. Hetta sama má ikki henda fyri okkara elveiting. 

Johan Dahl hevur úr at gera, at fáa alt at rigga, sum ikki riggar hjá tí almenna, heldur enn at yvirtaka SEV, sum riggar væl.

Tosað hevur verið niðursetandi um "tilvildarligar lokalpolitikkarar" í nevndini. Tað verður ikki betri, um ein landsstýrismaður peikar út, hvør skal sita í nevndini. Og tað er ikki skilagott, at tann sum skapar treytirnar, eisini situr á kassanum. Tað verður sera skjótt, at vit síggja krøv um vinning fyri at skapa inntøkur til landskassan.

Tí hetta eru júst somu krøv um vinning, sum landsstýrið á hvørjum ári áleggur stovnum og almennum partafeløgum at leggja niður í landskassan. Úr rúgvuni kunni nevnast Føroya Tele, BankNordik, Atlantic Airways, Rúsdrekkasølan, Akstovan v.m – sbrt figgjarlógini fyri 2015 verður roknað við minst kr. 55 mió frá hesum fyritøkum – beint niður í landskassan.

Hvussu nógv ætlar man, at SEV skal gjalda í landskassan?

At enda
Í hesum máli standa allar kommunurnar saman. Kommunurnar fara undir ongum umstøðum at góðtaka eina ognartøku av SEV. Og kommunurnar hava í veruleikanum ikki nakað val, men hava løgfrøðiliga skyldu at verja seg ímóti, at landsstýrismaðurin ókeypis flytur ognarrættin til SEV frá kommununum til landið. Kommunurnar hava beinleiðis skyldu til at umsita kommunalu ognirnar so skilagott sum møguligt, herundir hava vit eina skyldu at royna at fáa reellan prís fyri okkara ognir.

Tað er longu kent, at privatar fyritøkur hava víst áhuga í at keypt partar av SEV fyri stórar upphæddir. Tað sigur ikki so lítið um eitt møguligt søluvirði av SEV, um elveiting varð latin upp fyri privatum vinnurekandi og elverkini seld á frælsum marknaði.

Kommunurnar umboða tey røttu atlini – tryggja framleiðslu, tryggja útbygging og samhaldsfasta skipan. Tað hevði tí verið skilaleyst av kommununum at latið hetta virðið til Vinnumálaráðharran at ráða yvir, og fyri føroyska samfelagið sum heild er best, at SEV liggur í tryggari legu sum ogn kommunanna.

Heðin Mortensen
Formaður 
Kommunufelagið