Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hulda og Huldasound

- er bæði frískt og serstakt íkast til føroyska tónleikin

Elektro er kanska fyri nøkur ikki tað, men fyri meg er sjangran bæði avbjóðandi og gevandi.

Mær dámdi stak væl hetta uppleggið hjá henni, tí hon helt okkum í einum taki, til Rannvá Helenudóttir traðkaði fram í Brunsj og hevði eitt sera gott og grípandi prát við Eyðfinn Jensen, herfyri.

Nú útgávan er komin á marknaðin, setti eg meg at lurta eftir henni og tí boðskapi Rannvá vil bera okkum.

Eg steðgaði við lagið “Sorgin,” har Rannvá vil siga okkum í sínum serstaka stíli, at alt ikki bara er beint fram, men lívið hevur eisini myrkar løtur, sum vit á ein ella annan hátt mugu arbeiða við.

Rannvá hevur so valt at siga sítt og viðgera truplu støðurnar umvegis tónleikinum.

Tá eg so fari longur fram á útgávuni og lurti eftir lagnum “Kate,” kann eg so eisini hoyra aðrar síður av fantastisku evnunum hjá Rannvu, tí her fara vit kanska eitt stig longur út í elektro soundinum og fáa eina kenslu av poppi og rocki.

Eg haldi ØLL útgávan er sera væl frágingin og eri gripin av øllum løgunum, men fyri at taka eitt fram, er seinasta lagið “Howling Winds” heilt serstakt, tí soundurin er sera góður og sangurin kemur sera væl fram, har tónleikurin eisini gevur rúmd.

Eitt sera gott avrik, har Rannvá hevur dugað at seta góðu tekstirnar í eitt tónleikaligt høpi, sum fær alla útgávuna at fara upp í eina hægri eind.

Rannvá hevur eina reina klára rødd, har allir tekstirnir koma sera væl fram.

At hon so eisini hevur havt Jens L. Thomsen og gott fólk at hjálpa sær gevur útgávuni eisini tað “finish,” vit eru vitni til.

Hulda fer á pall í Reinsarínum komandi leygarkøld og eg eri vísur í, at øll fáa nakað fyri pengarnar.

Tú hevur alt gott uppiborið, Rannvá.

Fríðálvur A. Jensen