Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Havnin klár at taka ímóti gestum til sólarmyrkingina

28. Feb 2015

Havnin hevur veruliga brynjað seg út til at taka ímóti gestum til sólarmyrkingina. Handlar, matstovur, kaffihús, søvn, kirkjur o.s.fr. hava øll longur opið í sambandi við tey mongu ferðafólkini, sum koma. Nógv spennandi tiltøk eru á skránni fyri at vísa okkara nattúru og mentan fram, t.d. tiltøk uppi í gomlu Hoyvíkini, á Húsareyni, siglitúrar, útferðir, gongutúrar, Føroyakvøld, konsertir o.s.fr. - alt fyri at gera hetta til eina serliga uppliving fyri bæði føroyingar og útlendingar.

les meir

FRANKA GIVIÐ ÚT NÝTT VIDEOLAG

28. Feb 2015

Føroysk-danska Helena Heinesen Rebensdorff við listafólkanavninum FRANKA hevur júst givið út videostaklagið, “Franchise”. Vidoestaklagið hevur longu fingið stak góð ummæli og er ein forvitnislig fyriboðan um komandi fyrstu fløguna hjá FRANKU í fullari longd, sum kemur út seinni í 2015.

les meir

EuroBonus víðkað og Súlan í søguna

28. Feb 2015

Atlantic Airways fer frá 1. apríl í ár at bjóða teimum ferðandi eina víðkaða EuroBonus-skipan, samstundis sum Súluskipanin so líðandi verður sett úr gildi. Súlu-ferðaseðlar kunnu brúkast til og við 31. mars 2016

les meir

Helgi Abrahamsen reisir fyrispurning um gjøld fyri undirsjóvartunlar, vegskatt og ferðaseðlar

27. Feb 2015

Hvørjar prísir tosa vit um, tá sagt verður, at gjaldið á allari samferðslu í landinum eigur at verða tikið upp í eini samlaðari viðgerð? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann at svara í einum §52a fyrispurningi.

les meir

Kringvarpið kærir dómin

27. Feb 2015

Kringvarpsfólkini hava avgjørt at skjóta dómin í tollmálinum inn fyri hægri rætt.

les meir

Marius Olsen í Steinprenti

27. Feb 2015

At sjálvt elasmáar myndir kunnu tykjast risastór listaverk, kann staðfestast, tá tú sært eina 13 x 10 cm lítla kvinnulýsing hjá Mariusi Olsen. Kvinnan, ið er djúpt reyð og føgur við tjúkkari reyðari flættu, er sett inn eitt grágrønligt rundbogarúm við fínligari ljósareyðari og ljósagrønari ornamentering rundanum. Myndevnið er gamaldags, romantiskt, men samansetta myndalaðingin er spildurnýggj.

les meir

Faroe Ship Føroyar í Runavík

27. Feb 2015

Bygningurin á havnarlagnum í Runavík, har sum Beta, Landingarmiðstøðin og Fresh Link áður hava hildið til, er nú liðugt umvældur eftir stórskaða, sum rakti hann í einari ódn fyri góðum ári síðani. Runavíkar kommuna eigur húsið, og er tað nú dagført úr enda í annan.

les meir

Suspenderið dømdu kringsvarpsfólkini!

26. Feb 2015

Kringsvarpsstýrið skal hava fund, har dómurin í tollmálinum skal eftirmetast. Tað áliggur stýrinum ein sera týðandi uppgáva: at royna at endurskapa trúvirðið á Kringvarpið.

les meir