Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Miðflokkurin vil eisini hava Judas-pengar

18. Jun 2015

Flokkurin er ov frelstur til at peika á hinar. Men Miðflokkurin skaraði framúr í formanssendingini í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Jenis vildi ikki peika á nakran av hinum, tí teir høvdu ikki sama kristiliga virðisgrundarlag at byggja á. Men vit vita nú, at virðisgrundarlagið hjá Miðflokkinum so sanniliga hevur rúmd. Hann hevur fingið ríkisstuðul frá 2006 og til og við 2011, samanlagt kr. 172.735,06.

les meir

Einglarnir hava ført valstríð, men duga ikki at reflektera

18. Jun 2015

Seinasti flokkurin, sum kom í andglettin hjá Kringvarpinum, var Framsókn. Paradoksið her er, at hesin flokkurin vil tað sama, sum Uttanflokkalistin, men munurin er, at Framsókn heldur, at hetta bert kann lata seg gera inni í spennitroyggjuni, meðan Uttanflokkalistin heldur, at danir høvdu ikki loyvi at lata føroyingar í spennitroyggjuna. Tað er skilligt, at almennu- og privatu miðlarnir hava brúk fyri at verja danska gullnámið, har flokkarnir fáa milliónir úr, at oysa niður í somu miðlar. Hetta hevur eisini ávirka valstríðið.

les meir

Blokkur til tey ríku!

18. Jun 2015

Tað eru nakrir politiskir flokkar í Føroyum, sum føra fram, at vit fara so lúkst á ørmundahúsið, um vit ikki fingu ta milliardina úr Danmørk, sum teir breggja sær av at hava útvegað okkum. Eitt er vist: Hesir flokkar hava sjálvir fingið nakað burturúr. Sambandsflokkurin hevur t.d. síðan 1987 fingið 3 milliónir í judasarpengum fyri at vera klientur hjá danska statinum. Við hesi upphædd ber til hjá honum at klína valplakatir upp og harvið keypa sær atkvøður.

les meir

Hol sett á samráðingarnar

18. Jun 2015

Tónin var góður og positivur, tá Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, í dag høvdu ein undanfund undan sáttmálasamráðingunum, sum byrja eftir summarfrítíðina.
Galdandi sáttmálar eru uppsagdir og ganga út 1. oktober.

les meir

Hackney Colliery Band á G!

18. Jun 2015

Hackney Colliery Band er ein 9 manna blásara bólkur, ið hevur megnað at givið blásaratónleikinum í Onglandi nýtt lív við sínum festligu framførslum og framúrskarandi útgávum.

les meir

Góðu Javnaðarfólk

18. Jun 2015

Og góðu tit ið eru ivasom, nú tit skulu seta krossin á fólkatingsvalinum í morgin. Skal tað loysa seg, at atkvøða fyri teimum loysingarsinnaðu flokkunum, ið hava kjakast um loysing í 69 ár, uttan at vera komin nærri loysingini nú vit skriva 2015. Ella skal krossurin setast fyri flokki sum er realistiskur, og tekur støðu útfra tí veruleika vit hava liva í, og sum vit framvegis liva í.

les meir

Hon kundi ikki lata vera

17. Jun 2015

Laufey Brynhildardóttir Blaasvær, var aftur í útvarpsstovuni, hesaferð saman við Eiriki Lindenskov, og gjørdi viðmerkingar til avriki hjá Fólkaflokkinum í andglettinum mánadagin. Her fór hon eisini langt út um mark, og visti at siga, at Annika Olsen virkaði ágangandi, og at hetta kundi hava nakað at gera við, at Fólkaflokkurin var í andstøðu til Kringvarpið, sum onki hevði við nakað, sum helst at gera.

les meir

Nær betalir Nýtt Sjálvstýri pengarnar aftur

17. Jun 2015

Jógvan Skorheim, kløkkaði alt og øll við fyrst at siga nei til at vera valevni hjá sjálvstýrisflokkinum, men tá hann hevði í boði at gerast formaður í flokkinum, kundi hann alt. Tað fyrsta hann gjørdi, var at skrotta avgerðina um, at flokkurin ikki skuldi stilla upp til Fólkatingsvalið, og stillar nú sjálvur annar stillar upp við nýggjum samleika, og við parollini um, at flokkurin skal ongan stuðul hava úr danska ríkiskassanum. Tá hann vil hesa uppgerðina við danska stuðulin, kundi hann, sum minsta krav, goldið tann stuðulin, flokkurin longu hevur fingið, aftur. Flokkurin fekk í 1998, kr. 19.169,25, og hann hevur arva ogn og skuld frá Gamla Sjálvstýrinum.

les meir