Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Sundalagsstevnan 2015 væl í gongd

15. Jun 2015

Í vikuskiftinum var Sundalagsstevna, sum borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, setti. Hann segði m.a.: - Eg fari at takka tykkum øllum fyrireikarum fyri enn einaferð at hava megnað at seta eina so sera spennandi skrá saman, takk til ítróttarfólk, skótar og til alt bygdarfólkið. Eg fari at ynskja tykkum øllum eina góða Sundalagsstevnu - og hervið er Sundalagsstevnan 2015 sett, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

les meir

LANDSLIÐIÐ Á VAGLINUM: RÁS 2 VARPAR BEINLEIÐIS

14. Jun 2015

Bragdið á Tórsvølli í garkvøldið verður fagnað á Vaglinum í dag kl.15. Og Rás2 fer at varpa beinleiðis frá kl.14.30.

les meir

BORGARSTJÓRIN SETTI FØROYAMEISTARAKAPPINGINA Í TALVI

14. Jun 2015

Enn einaferð hevur fótbóltslandsliðið vunnið á Grikkalandi. Hesaferð á einum fullsettum Tórsvølli.

les meir

Nýtt navn, ein broytt framtíð

14. Jun 2015

Røða sum Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri helt á kunnandi fundi fyri limum og áhugaðum:

les meir

Zakarias kann fáa veljarnar úr sofuni

14. Jun 2015

Fyribils eru tvær veljarakanningar gjørdar. Tann seinasta vísir, at ein rúgva av veljarum hjá sokallaðu sjálvstýrisflokkunum fara ikki á val. Og so staðfesta sokallaðu óheftu viðmerkjararnir, at um serliga Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, skulu hava nakran møguleika at hótta verandi fólkatingslimir, so mugu flokkarnir út at reka veljararnar úr sofuni, men hesir flokkar hava onki at bjóða, sum sofaveljararnir vilja hava. Tað hevur hinvegin Uttanflokkalistin, og tað ger valið spennandi.

les meir

Rættarúrskurður: Hevði ongan rætt til at taka barnið

13. Jun 2015

Komin aftur til Føroyar, byrjar ágangurin av álvara at bólta omanyvir ungu, Marjun Guttesen, sum hevði fingið seg so illa roynda. Tað var, sum um sosialu myndugleikarnir høvdu gjørt av, at hon skuldi ikki hjálpast, men forðast í, at fáa sítt egna barn. Tað er serliga ágangurin frá sosialráðgevanum í Havn, Ejler Eysturtún, sum unga mamman nú sigur seg føla koyrilin frá.

les meir

Atmosferiskur svenskur poppur á G!

13. Jun 2015

G! Festivalurin fegnast um at avdúka enn eitt stórt útlendskt navn, svensku Amason, ið teljast millum mest spennandi nøvnini á svenska tónleikapallinum kemur til Syðrugøtu í summar.

les meir

Tórshavnar Marathon skotið í gongd

13. Jun 2015

- Hetta er trettandu ferð, vit halda Tórshavnar Marathon. Eins og í fjør byrja og enda vit her á Vaglinum. Her eru hundraðtals fólk í dag, harav smá hundrað eru útlendingar úr fleiri enn 20 londum. Sum nakað nýtt er samstarv gjørt við ein bólk í Krabbameinsfelagnum um, at gongufólk hesaferð eisini hava møguleika at ganga hálvt marathon, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann í morgun setti marathonrenningina á Vaglinum.

les meir