Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nær betalir Nýtt Sjálvstýri pengarnar aftur

Jógvan Skorheim, kløkkaði alt og øll við fyrst at siga nei til at vera valevni hjá sjálvstýrisflokkinum, men tá hann hevði í boði at gerast formaður í flokkinum, kundi hann alt. Tað fyrsta hann gjørdi, var at skrotta avgerðina um, at flokkurin ikki skuldi stilla upp til Fólkatingsvalið, og stillar nú sjálvur annar stillar upp við nýggjum samleika, og við parollini um, at flokkurin skal ongan stuðul hava úr danska ríkiskassanum. Tá hann vil hesa uppgerðina við danska stuðulin, kundi hann, sum minsta krav, goldið tann stuðulin, flokkurin longu hevur fingið, aftur. Flokkurin fekk í 1998, kr. 19.169,25, og hann hevur arva ogn og skuld frá Gamla Sjálvstýrinum.

Dan Klein, journalistur, greinar stuðulin úr danska ríkiskassanum:

Í yvirlitinum um fólkatingsstuðul frá 1987-2015 til føroysku flokkarnar, stendur púra greitt, at Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið kr. 19.169,25. Hetta er fyri 1998.

Men hví fekk flokkurin bara fyri eitt ár, tá flokkurin hevur rætt til at fáa hendan ríkisstuðulin í fýra ár?

Blaðið hevur fingið uppspurt, at hetta var í teimum døgum, Helena Dam á Neystabø, reikaði inni í flokkinum. Hon søkti um stuðulin, og fekk hann. Men fyri at fáa somu upphædd næstu árini, skuldi nýggj umsókn sendast á hvørjum ári.

Nú hendir tað, at Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður hjá flokkinum, sigur nei til at søkja um stuðulin, sum flokkurin annars hevur rætt til. Men hóast Sámal Petur í Grund, kemur í andstøðu til fleiri av sínum egnu, stendur hann fast við avgerðini um, ikki at søkja um stuðulin aftur; og soleiðis verður tað eisini.

Tað, sum tá vigaði var, at Sámal Petur í Grund, segði seg eiga flestu av atkvøðunum, og tí var óbeinleiðis orsøkin til, at flokkurin kundi søkja um stuðulin, men at hann valdi at siga nei til at fáa meira úr danska ríkiskassanum.

Men tá vit ikki síggja í yvirlitinum, at Gamla Sjálvstýri, betalir tær kr. 19.169,25 aftur, hevur flokkurin í veruleikanum valt at taka í móti stuðlinum úr Danmark.

Tað, sum nú í 2015, verður eitt paradoks, er, at Gamla Sjálvstýri, fær nýggjan formann, og verður tveitt í karið, og verður doypt av nýggjum, men sum við øllum arvi, so kann man góðtaka ella vraka møguleikan til arv og skuld.

Nýggi formaðurin, Jógvan Skorheim, góðtók rættin til arv og skuld. Hann tveitti avgerðina um, ikki at stilla upp til fólkatingið burtur, fekk flokkinum nýggjan samleika við litinum, pink ella ljósareytt, og boðaði frá, at hann og formaðurin í Landsfelagnum, fóru einsamallir at tryggja sær sess í fólkatinginum, men at tað var so sera peinsipielt hjá teimum, ikki at taka í móti stuðli úr danska ríkiskassanum.

Trupulleikin er bara, at flokkurin longu hevur fingið stuðulin, kr. 19.169,25 úr ríkiskassanum í 1998, og meinar nýggi formaðurin nakað við útsøgnini, so átti tað at verið ein smøl sak at goldið pengarnar aftur til danska ríkiskassan.

Tað hevur fyribils bara ein valt at gera, nevniliga Zakarias Wang. Tjóðveldi hevur sagt tvøran nei til at betala pengarnar aftur - tilsamans 2 milliónir, og stendur fast uppá rættin til ríkisstuðul, ella egnan blokk, og nú er Sámal Petur í Grund, limur í Framsókn, sum er einasti flokkur, ið ikki tosar um hendan pening!?

Men nær betalir so Nýggja Sjálvstýri, pengarnar aftur?!