Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hon kundi ikki lata vera

Laufey Brynhildardóttir Blaasvær, var aftur í útvarpsstovuni, hesaferð saman við Eiriki Lindenskov, og gjørdi viðmerkingar til avriki hjá Fólkaflokkinum í andglettinum mánadagin. Her fór hon eisini langt út um mark, og visti at siga, at Annika Olsen virkaði ágangandi, og at hetta kundi hava nakað at gera við, at Fólkaflokkurin var í andstøðu til Kringvarpið, sum onki hevði við nakað, sum helst at gera.

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna hjá greinarum:

Á andglettinum hjá Fólkaflokkinum, møttu formaðurin, Jørgen Niclasen, og Annika Olsen.

Burtursæð frá, at Jørgen Niclasen, sporatiskt ikki kundi lata vera við at nevna Zakarias Wang, var boðskapurin hjá teimum báðum, at tey fóru í Fólkatingið, at tryggja betri atgongd til aðrar marknaðir.

Ríkisrættarliga støðan hevði ongan týdning í so máta.

Tað var týðuligt frá byrjan, at Annika Olsen, hevði sett sær fyri at sleppa at tosa, og nærum hvør einasta roynd at stýra frá Beinte Løwe, varð skúgva til síðis, og so helt Annika Olsen, annars bara fram.

Hon vísti m.a. á stóra trupulleikan hjá fyritíðarpensionistum, sum høvdu frítt at fara til onnur norðurlond, men hesi fólk kundu ikki fara til Danmarkar, uttan at missa rættin til fyritíðarpensjónina, og tað vildi hon gera nakað við.

Hon varð sjálvandi ikki konfronterað við, at hon hevur sjálv sitið við hesum málsøkinum í landsstýrinum, og har er akkurát onki hent á hesum økinum, sum Annika Olsen, leikaði so hart um.

Jørgen Niclasen, virkaði sum tann stilli, ið gav Anniku rúmd, sum eitt slíkt politiskt lokomotiv, nú einaferð heldur seg hava krav og rætt til.

Laufey Brynhildardóttir Blaasvær og Eirik Lindenskov, vóru samd um, at Annika spældi bad cop, meðan Jørgen var tann fitti, tann, ið bakkaði fyri at geva kvinnuni pláss, og so var retorikkurin hjá viðmerkjarunum nokkso óviðkomandi fyri lurtararnar.

Laufey Brynhildardóttir Blaasvær, fór púrasta út at sigla, tá hon setti ágangandi profilin hjá Anniku í samband við, at Fólkaflokkurin toldi ikki Kringvarpið, og at Anniku var ágangandi framfusandi, fyri at hon bakkaði ikki fyri Kringvarpinum.

Og soleiðis blivu lurtararnir tiknir til gíðsla, tí knappliga var her talan um tollgøluna, sakarmálið og dómurin, sum Jørgen Niclasen, vann á Kringvarpsfólkunum, sentralur fyri Laufey Brynhildardóttir Blaasvær.

Men hvar kom hatta frá? Og, hví? Hetta kundi ikki vera annað enn prógv fyri, at hasi fólkini enn einaferð hava prógvað, at tey kunnu ikki vera óheft, tá tey eru befongd við óviðkomandi ósakligum motivum, at stinga í skógvarnar fyri at fáa eina ella aðra dagsskrá, at ganga upp.

Hesi bæði vóru annars søgd at vera serfrøðingar í miðla, samskifti og politikki.

Men skal eg stutt gera slætt borð, so avdúkaðu hasi umboðini hjá Fólkaflokkinum, at tey høvdu ikki minstu hóming av, hvat rørdist í teimum, sum undan gingu í flokkinum.

Tey áttu at lisið bókina um Thorstein Petersen, sum er fordømi hjá Zakariasi Wang, til ikki at skriva undir donsku grundlógina, um danir ikki skrivað undir, at virða sambandssáttmálan.

Hasi hava nógv at læra um fortíðina hjá flokkinum, sum nú bara er ein skýggi av tí, sum forfedrarnir kláraðu á politiska pallinum.

Laufey Brynhildardóttir Blaasvær, kundi bara ikki lata vera, og Eirikur Lindenskov, valdi bara at ganga aftaná og útav politisku Trælanípuni, og heldur ikki her funnu tey fótafesti. Seks  grótfyltar úlvar á botni, og eina Reyðhettu fyri retoriskan og politiskan býttleika.