Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einglarnir hava ført valstríð, men duga ikki at reflektera

Seinasti flokkurin, sum kom í andglettin hjá Kringvarpinum, var Framsókn. Paradoksið her er, at hesin flokkurin vil tað sama, sum Uttanflokkalistin, men munurin er, at Framsókn heldur, at hetta bert kann lata seg gera inni í spennitroyggjuni, meðan Uttanflokkalistin heldur, at danir høvdu ikki loyvi at lata føroyingar í spennitroyggjuna. Tað er skilligt, at almennu- og privatu miðlarnir hava brúk fyri at verja danska gullnámið, har flokkarnir fáa milliónir úr, at oysa niður í somu miðlar. Hetta hevur eisini ávirka valstríðið. 

Dan Klein, journalistur, eftirmetir støðuna hjá greinarum:

Tað var eingin ivi. Framsókn vildi á Fólkating fyri at fáa um endan á uttanríkispolitikkinum, at geva føroyingum betri møguleikar at røkka altjóða marknaðum, har stórir inntøkumøguleikar eru fyri at reka føroyska samfelagið.

Flokkurin er ein liberalur- og vinnuligur sjálvstýrisflokkur, sum tó hevur profilerað seg væl longri til vinstru í etiskum spurningum enn Fólkaflokkurin, haðani Framsókn er sprottin úr.

Í sendingini gera tey bæði, Poul Michelsen, og Hanna Jensen, nógv burturúr, at talan er ikki um loysing, men um eina nýggja skipan, har endamáli er, at Føroyar verða javnsettur partur í ríkisfelagsskapinum.

Umboðini hjá Framsókn, grundgóvu við, at Danmark fór longur og longur inn í Europeiska Samveldið, og harvið kom longur og longur frá ríkiseindini, sum fyri føroyingar var ein spennitroyggja, sum ikki var nóg rúmsátt.

Tey tóku fram ES boykottið í samband við stríðið um makrelin. Eitt boykott, sum Danmark var partur av, men hildu, at hetta stríð var við til at fáa haftið loyst nakað, og vísti til russiska- og aðrar marknaðir, sum opnaðu seg sum blóman í bakandi sól.

Tey vístu á, at uttanríkispolitiska heimildarlógin, ikki riggaði, men helt okkum fast í einari skipan, sum als ikki var nóg rúmsátt til, at pláss var fyri, at føroyingar kundu menna seg búskaparliga, og tað var hetta tey vildu gera nakað við. 

Hanna Jensen, segði, at formaður hennara, Poul Michelsen, var tann einasti, sum atkvøddi í móti hesi lógini, og nú viðganga tey flestu, at hann hevði rætt. Men tað kom óvart á, at Bogi Godtfred, vertur, tók støðuna hjá Zakariasi Wang, frá Uttanflokkalistanum inn í kjakið við Framsókn. 

Tað gav kortini meining, tí sjálvt um Wang´urin, bæði beinleiðis og óbeinleiðis, hevur fylt í hinum sendingunum, er veruleikin ongantíð nevndur, at Uttanflokkamaðurin hevði bjóða øllum sjálvstýrisveinginum samstarv, sum hesir ikki vildu taka av.

Verturin vildi vita, um tað ikki mundi vera ein fyrimunur, at fingið hetta samstarv í lag, tí so kundi sjálvstýrisvongurin fingið eitt umboð, men at hesin vongurin nú var so spjaddur, at sannlíkt var, at vongurin kanska onki umboð fekk. 

Men hvørki Hanna elle Poul vísti tárakenslur fyri hesum tankanum; tey vardu seg við, at flokkarnir vóru alt ov spjaddir hugsjónarliga og politiskt, at nakað slíkt kundi lata seg gera. Tað vildi kanska verið meira viðkomandi, at sett Tjóðveldi spurningin, tí tann flokkurin segði eisini nei til samstarv, og her var eisini komin ein grundleggjandi munur inn, sum kíli fyri, at hesir flokkar kundu røkka nøkrum endamáli í semju. 

Tjóðveldi fór til val uppá, at steðga biddaragongdini úr Danmark, men er samstundis avdúkaður fyri at ganga fremstur niður í danska ríkiskassan eftir stuðli. Flokkurin hevur síðani 2001, fingið 2 milliónir úr danska ríkiskassanum , pengar, sum flokkurin ikki vil missa.

Tá hugsað verður um hvussu áhugaverd, og prinsipiell viðurskiftir komu upp í hesi sendingini, so má sigast, at tey bæði, Laufey Brynhildardóttir Blaasvær, og Sveinur Tróndarson, púrt onki fingu burturúr, tí tey aftur her gjørdu alt fyri at fremja sjálvsensur.

Tey dyrkaðu ikki spennitroyggjuna hjá Framsókn, og høvdu ikki evnini at reflektera yvir, at Framsókn ikki fekk støðuna, sum Poul Michelsen, eftirlýsti, um hann ikki kláraði at lirka seg burturúr hasi spennitroyggjuni. 

Tað er jú ikki nakað Hudini-prosjekt. Tað krevst bara dirvi.

Viðmerkjararnir vildu heldur ikki nevna útrættu hondina frá Zakariasi Wang. Tað var púra greitt, at tey vóru bangin fyri, at geva manninum ov nógva rúmd, men ikki kann komast uttanum, at uttanflokkamaðurin er tann einasti í valstríðnum, sum hevði ein annarleiðis boðskap, og tí náttúrliga átti at fáa nógv størri rúmd, men tíðuligt var, at Kringvarpið hevur sett sær fyri, at tosað mannin burtur av politiska vegginum, men tað eydnast sera illa.

Pengarnir, sum føroysku flokkarnir fáa úr danska ríkiskassanum, máttu ikki nevnast, tó at Zakarias fór til val uppá júst spurningin um Judas-pengarnar. Øll blivu tikin av bóli, tá tað kom fram, at Tjóðveldi var partur av hesi biddaragongdini niður í danska ríkiskassan.

Tey bæði , Laufey Brynhildardóttir Blaasvær, og Sveinur Tróndarson, royndu sum frægast at ummæla avrikini hjá Hannu og Poul, men sjálvsensururin forðaði fyri, at sendingin fekk broddin.

Tað var ikki lætt at standa við síðuna av Poul Michelsen, helt Sveinur Tróndarson fyri, tí formaðurin var so engasjeraður, og virkaði trúverdigur, og tað gjørdi tað ikki lætt hjá Hannu Jensen, men tað vildi heldur ikki verið lætt hjá nøkrum øðrum.

Tað einasta tey manglaðu at nevna var, at Poul Michelsen, er handilsmaður, eigur eina fyritøku, og er potentiellur lýsari, og tí eisini áhugaverdur hjá miðlunum, og hví ikki eisini Dimmalætting.

Pengarnir tordu viðmerkjararnir ongantíð at nevna, sum eitt havt, ein forðing hjá flokkum, sum søgdu seg fara til val uppá at steðga biddaragongdini, men vit kunnu heldur ikki koma uttanum, at hesir pengarnir, flokkarnir fáa úr danska ríkiskassanum, beinleiðis, og óbeinleiðis fara niður í miðlarnar, eisini til Kringvarpið, og tað kann hava verið orsøkin til, at flokkarnir ikki skuldu konfronterast við hendan veruleikan.

Tað gav eisini at býta, at Galan-maðurin frá lýsingafyritøkuni, Sendistovuni, var í útvarpinum og græt síni móðugu tár í morgun um, at summi valevnir dyrkaðu gøluna, og tað helt hann lítið um, men ongin ivi um, at maðurin hugsaði um, at tað var óreint av Zakarias, at pína Tjóðveldi við stuðulspengunum úr danska ríkiskassanum.

Hesir pengar fara líka so væl niður í lýsingafyritøkurnar, sum frammanundan ikki hava nógv at liva av.

Herfrá fáa tey aftur seks grótfyltar úlvar á botni, og eina Reyðhettu fyri retoriskan og politiskan býttleika.

Einglarnir hava ført valstríð, men eru merktir av sjálvsensuri.