Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góðu Javnaðarfólk

Og góðu tit ið eru ivasom, nú tit skulu seta krossin á fólkatingsvalinum í morgin. Skal tað loysa seg, at atkvøða fyri teimum loysingarsinnaðu flokkunum, ið hava kjakast um loysing í 69 ár, uttan at vera komin nærri loysingini nú vit skriva 2015. Ella skal krossurin setast fyri flokki sum er realistiskur, og tekur støðu útfra tí veruleika vit hava liva í, og sum vit framvegis liva í.

Tað gjørdi Javnaðarflokkurin fyrstu ferð veljarin gav flokkinum álitið til at stjórna landinum. Hetta var í 1958, og ja tað er nógv vatn runnið síðan tá, men hinvegin so eru tað nógvir veljarar ið nú eru pensioneraðir ið minnast aftur á tíðina, tá okkara gomlu fingu sendandi nakrar krónur triðja hvønn mánaða, ið meira var ein olmussa, enn ein pensión.

Formaður Javnaðarflokksins Petur M. Dam sáli ið var valdur Løgmaður tá gjørdi ikki mætari enn, at hann fór til donsku stjórnina, har hann gjørdi tað bragd, at føroyskir pensionistar fingu eina fólkapensión sum var á hædd við tær donsku pensiónirnar.

Samgongan við Sambandsløgmanni á odda hevur hetta valskeiðið gjørt tað bragd, at pensionistar okkara nú hálvt ár er eftir valskeiðnum allernådigst hava fingið ein hækking uppá 350 krónum um mánaðan, ella tað sum hesi kunna keypa ein mjólkapakka fyri.

Í dag hoyrdist í fjølmiðlunum, at pensiónirnar hjá dønum saman við skattinum sum kemur í danska landskassan hava við sær, at tann so nógv negativa umtalan av eini sokallaðari eldrabylgju, nú er vend á høvdið.

Tí samstundis sum pensiónirnar verða útgoldnar, so floyma milliardirnar av skattinum á pensiónum inn í danska landskassan. Sostatt koma pensionistarnir at verða meira ein inntøka enn útreiðsla fyri fyri danska landskassan.

Sama kunna vit ikki siga um tað pensiónsskipan ið sitandi samgonga hevur smoygt niður yvur høvdið á komandi pensionistum. Sum einki annað framkomið land í heiminum hevur sitandi samgonga avgjørt, at forskatta tær pensiónir ið verða útgoldnar til okkara pensionistar um 30 - 40 ár. Bert hetta valskeiðið hevur samgongan rænt 1000 til 1200 milliónir av skattakrónum, sum skuldu verða við til at figgja okkara almenna og heilsuverk í framtíðini.

Høvdu so hesar ørandi upphæddir komið okkara pensionistum, stakum uppihaldarum, ella teimum lágløntu tilgóðar. Men nei, pensionistarnir høvdu ivaleyst fingið nokk, eins og staki uppihaldarin, og tey lágløntu . Hesar 1000 - 1200 milliónir fóru sum skattalættar til millióningar, bankastjórar, poltikkarar og tey á ovastu rókum.

Ágangurin á Javnaðarflokkin hevur verið ógiligur seinastu tíðina, bæði frá Sambandsflokkinum og loysingaflokkunum. Tí er tað avgerðandi, at vit ikki lata okkum tøla, men gerða okkara besta við, at fáa okkara fólkatingsumboð afturvalt.

Frank Davidsen