Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Miðflokkurin vil eisini hava Judas-pengar

Flokkurin er ov frelstur til at peika á hinar. Men Miðflokkurin skaraði framúr í formanssendingini í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Jenis vildi ikki peika á nakran av hinum, tí teir høvdu ikki sama kristiliga virðisgrundarlag at byggja á. Men vit vita nú, at virðisgrundarlagið hjá Miðflokkinum so sanniliga hevur rúmd. Hann hevur fingið ríkisstuðul frá 2006 og til og við 2011, samanlagt kr. 172.735,06.

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna í endaspurtinum:

Í seinastu sendingini í sjónvarpinum, sum var eitt sokallað formansumfar, og so Zakarias Wang, frá uttanflokkalistanum, var eitt sindur av einum peruvellingi. Men tað var helst ikki lætt at stýra. Sendingin var skorin til at passa niður í trongu skógvarnar hjá politisku flokkunum, og hetta førdi sostatt til, at ein var hildin uttanfyri, nevniliga Zakarias Wang.

Hesin uttanflokkamaðurin var tann einasti, ið hevði ein øðrvísi boðskap, men pláss var ikki gjørt fyri, at hesin boðskapurin kundi sleppa út í fullum blóma. Tað loyvdi konseptið hjá Kringvarpinum ikki, og vit hava illgruna um, at tað kanska eisini var tilætlað.

Skulu vit skjótt reksa upp, so var hesin fundurin ikki annarleiðis enn teir almennu og sjónvarpaðu fundirnir, føroyingar vanliga eru vanir við at hoyra og síggja. Var tað nakað, sum kundi sigast at vera annarleiðis, so var tað kanska endin, sum, um ikki annað, var undirhaldandi.

Her høvdu vertirnir, Beinta Løwe, og Bogi Godtfred, valt at spyrja floksformenninar, at vóru teir komnir í eina støðu, at teir ikki kundu valt seg sjálvar, hvønn av kappingarneytunum, vildu teir so valt.

Ikki óvæntað legði Aksel V. Johannesen til brots. Hann var blankur. Síðani kom Kaj Leo Johannesen. Hann segði, at hann vildi umvenda Javnaðarflokkin, og tá hann var komin inn í Sambandsflokkin, vildi hann atkvøða fyri Aksel.

Jørgen Niclasen var greiður. Hann vildi valt tann, sum var villigur at koppa verandi donsku stjórnini. Har sýntis ikki at vera nakar kandidatur, til Nýtt Sjálvstýri, meldaði seg á banan. Jógvan Skorheim vildi fegin koppa Helle, og so var støðan greið.

Tá so túrurin kom til Jógvan Skorheim, formann í pink-flokkinum, ja, so var hann líka so greiður í melinum. Hann hevði valt Zakarias Wang, tí hann, eins og Nýtt Sjálvstýri, ikki vildi hava danskar pengar.

Og so kom túrurin til Høgna Hoydal, sum segði seg vilja velja, Zakarias Wang, ella kanska Framsókn. Og Framsókn kviteraði við at velja Høgna Hoydal.

Jenis av Rana, var greiður. Hann helt seg ikki kunna atkvøða fyri nøkrum av hinum, tí teir høvdu ikki sama kristiliga virðisgrundarlag, sum Miðflokkurin bygdi á. 

Men vit vita nú, at virðisgrundarlagið hjá Miðflokkinum, so sanniliga hevur rúmd. Hann hevur fingið ríkisstuðul frá 2006 og til og við 2011, samanlagt kr. 172.735,06. Í 2007, fekk flokurin ríkisstuðul uppá, kr. 3.244,31, í 2008 fekk flokkurin, kr. 40.504,75, í 2009 varð tillutað Miðflokkinum, kr. 41.684,50, í 2010, fekk flokkurin kr. 43.257,50, og loksins fekk Miðflokkurin kr. 44.044,00 úr danska ríkiskassanum í 2011.

Tá túrurin kom til Zakarias Wang, takkaði hann Jógvani Skorheim fyri álitið, og segði, at hann vildi umhugsa at atkvøða fyri sjálvstýrismanninum, um hesi n afturfyri betalti tær kr. 19.169,25, sum flokkurin hevur fingið úr danska ríkiskassanum fyri 1998.

Miðflokkurin er ov frelstur, at peika á hinar:

Men flokkurin vil eisini hava Judas-pengar.