Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Partarnir vóru eisini samdir um at royna samstarv á ymiskum økjum, millum annað um at gera 2016 til rørsluár á dagstovnaøkinum. Á myndini eru tað úr vinstru Irdi Lið Gaardlykke, nevndarlimur í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og nevndarlimur í KAF, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík og nevndarlimur í KAF, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í KAF.

Hol sett á samráðingarnar

Tónin var góður og positivur, tá Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, í dag høvdu ein undanfund undan sáttmálasamráðingunum, sum byrja eftir summarfrítíðina. Galdandi sáttmálar eru uppsagdir og ganga út 1. oktober.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen - PRESS

Ítøkiligu sáttmálakrøvini verða ikki handað fyrr enn á næsta fundinum millum partarnar, sum verður í seinastu viku í august, men Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, fyrireikaði tó mótpartin uppá, at Pedagogfelagið fer at seta fram krøv um munandi lønarhækkingar. Hann vísti millum annað á, at í summum førum tjena vaskifólk á stovnunum meira enn námsfrøðilig hjálparfólk. 

KAF í sínum lagi víst á onkur sáttmálaviðurskifti, har tey hava ynski um broytingar. Varðveita góða tónan Annars var mest tosað um mannagongdir undir samráðingunum, og hvussu partarnir skulu samskifta, bæði sínamillum og úteftir, undir samráðingunum. 

Anita Fuglø, skrivstovuleiðari hjá KAF, greiddi frá, at KAF og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum helst fóru at samráðast saman um partar av sáttmálunum, har áhugamálini vóru felags, men at tey ikki høvdu bundið seg til at samráðast saman um alt. 

Og hóast tað skjótt verður álvari, tá partarnir hvør í sinum lagi skulu royna at verja borg og vinna sær sømdir, so vóru Pedagogfelagið og KAF samd um gera sítt ítarsta at varveita góða tónan, ið merkti henda fyrsta fundin. Samstarv um átøk Fundurin snúið seg heldur ikki bara um sjálvar sáttmálasamráðingarnar. 

Jógvan Philbrow segði, at hann kundi hugsað sær tættari samstarv við kommunalu arbeiðsgevararnar um ymiskt, har partarnir draga eina línu. Ítøkiliga bar hann fram ynski um, at partarnir saman fara at gera 2016 til eitt rørsluár á dagstovnaøkinum. Hugskotið var væl móttikið hjá mótpartinum. 

KAF-nevndarlimirnir Pauli T. Petersen og Magnus Rasmussen, sum eru borgarstjórar í ávikavist Vestmanna og Runavík, vistu av royndum, at børn í dag eru verri fyri enn fyrr, tá tað um rørsluførleikar ræður, og sóu tí ein greiðan tørv á at seta sjóneykuna á júst henda trupulleikan. 

Á fundinum í dag brúktu partarnir eisini tíð uppá at býta royndir innan dagstovnaøkið, sum partarnir hava fingið á ferðum uttanlands og í samskifti við fólk innan dagstovnaøkið bæði í Føroyum og í øðrum londum.