Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd frá Facebokk-síðuni hjá valevninum hjá Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, sum er tikin í samband við sending í útvarpinum mikudagin.

Blokkur til tey ríku!

Tað eru nakrir politiskir flokkar í Føroyum, sum føra fram, at vit fara so lúkst á ørmundahúsið, um vit ikki fingu ta milliardina úr Danmørk, sum teir breggja sær av at hava útvegað okkum. Eitt er vist: Hesir flokkar hava sjálvir fingið nakað burturúr.  Sambandsflokkurin hevur t.d. síðan 1987 fingið 3 milliónir í judasarpengum fyri at vera klientur hjá danska statinum. Við hesi upphædd ber til hjá honum at klína valplakatir upp og harvið keypa sær atkvøður.

Men tá vit hyggja eftir heildarmyndini, hvør er tað so sum fær pengarnar úr Danmørk?

Eru tað tey fátæku?

Allar kanningar vísa, at skattatrýstið á tey fátæku er hægri í Føroyum enn í Danmørk. 

Tey fátøku í Føroyum fáa tí einki burtur úr blokkinum, men hava beinleiðis hall av tí skipan, sum her er sett á stovn.

So hvørt farið verður upp gjøgnum inntøkustigan, verður munurin millum skattabyrðuna í Føroyum og í Danmørk minni, og einastaðni er javnvág.

Verður farið longur upp í inntøkustigan, til tey ríku, so er myndir greið: Hjá teimum ríku í Føroyum er skattabyrðan lægri enn hjá teimum ríku í Danmørk.

Blokkurin verður sostatt fluttur frá donsku skattgjaldarunum til teir ríku føroyingarnar, sum hava nýtt tað politiska vald, sum danski stuðulin hevur givið teimum, til at gera eina skipan her, sum eyðrænir tey á niðastu rókum og flytir allan blokkin sum skattalætta til tey ríku. 

Verði eg valdur í fólkatingið, so er blokkurin burtur á Ólavsøku!

Zakarias Wang