Sildakanningar norðanfyri
15. Mai 2014
Fyrradagin í gjár, kom Magnus Heinason aftur av árliga sildatúrinum norðanfyri. Fyribilsúrslitini vísa, at áleið sama nøgd var funnin í føroyskum øki í ár, sum tey tvey undanfarnu árini. Hetta hóast at sildastovnurin, sum heild, er í minking. Aftur í ár vaks miðalstøddin av fingnu sildini, og hetta er tíverri ábending um vantandi tilgongd til stovnin.