Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óneyðugur ójavni

Havi sera ilt av at lesa um hendan ójavnan, sum in.fo skrivar um bara økist millum borgarar í Føroyum.

Seinastu árini eru fleiri inntriv gjørd í vælferðina hjá borgarunum undir heitinum rasjonalisering, effektivisering ella privatisering. Veruleikin er, at talan slett ikki er um at gera skipanir, ið gera lívið betri fyri borgaran, ið skal liva við hesum broytingunum, men heldur um krógvaðar sparingar, soleiðis at tølini á rokniarkinum síggja penari út.

Sitandi samgonga hevur gjørt alt, sum stendur í hennara makt fyri at verja háinntøkurnar, meðan meðal- og láginntøkurnar hava fingið skattaøkingar omanyvir seg. Meðalinntøkurnar síggja tað tó ikki so væl, tí eykaskattingin har rakar eftirlønina meira enn útgoldnu lønina, sum tey fáa flutta á bankakontuna.

Summi tykjast ikki taka døpru hagtølini ella frásagnirnar hjá hjálparfelagsskapum sum til dømis “Í menniskjum góður tokki” í álvara. Av einari ella aðrari orsøk vera tey í stillum niðurgjørd. Ein fær ta fatan, at summi halda, at tað eru tey, sum eru illa fyri, sum sjálvi hava skylduna av tí, tí tey eru dovin ella bara royna at tiltuska sær rætt til virðir, ið onnur siga seg eiga.

Er man so djarvur at loyva sær at undrast á býtið av virðunum í samfelagnum, er skjótt at vera ákærdur fyri at øvunda øðrum teirra inntøku, girnast ognirnar hjá øðrum ella fyri at vera dovin og ikki vilja arbeiða tað, sum skal til fyri at fáa milliónainntøkur. Boðskapurin er greiður, tað er galið við tær, um tú ikki megnar at tjena eina millión ella meira um árið. Tað kann ikki hugsast, at okkara skipan er órættvíst samanskrúvað, soleiðis at summi hava lættari atgongd og tískil eisini størri atgongd til peningaligt ríkidømi.

Støðugt fleiri økonomar tykjast tó vísa á, at ein ríkur persónur hevur nógv lættari við at vinna uppaftur fleiri pengar. Og byrjar tú uttan nógvan pening, er allar mest sannlíkt, at tú eisini endar uttan nógvan pening, sama hvussu raskur tú ert, ella hvussu nógv, effektivt ella hart tú arbeiðir.

Amerikanski dreymurin er ein myta. Enn eru tað fá, ið tora at siga, at tað ber illa til at arbeiða seg fram til at verða ein millióningur. Men hagtølini siga tað - tey ríku eru við at gerast ríkari. Eitt prosent av fólkinum eigur 80 prosent av heimsins virðum, og munurin bara økist.

Einasti háttur at broyta uppá hesa skeivu gongd er, at londini gera nakrar umfordeilingar, soleiðis at tað veruliga kann loysa seg at arbeiða – eisini hjá teimum við lágum inntøkum.

Bert soleiðis fáa vit øll okkurt burtur úr og kunnu hava eitt hampuligt lív. Tey ríkastu og fyritøkur við milliónavinningi tola væl at gjalda meira til felagsskapin.

Okkum nýtist ikki at góðtaka, at ójavnin økist, okkum nýtist ikki at góðtaka, at bert tey ríku kunnu gerast ríkari. ** Øll børn eiga at hava møguleikan við sínum evnum at gerast ríkari.

Eitt tilfeingisgjald hevði veri eitt gott stað hjá okkum í Føroyum at byrja.

Jógvan Philbrow

næstformaður í Føroya Pedagogfelag