Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Veljarakanningar undirhald

Herfyri hava vit havt tvær veljarakanningar. Tær vóru ógvuliga ymiskar, men hava givið fjølmiðlunum nógv av tilfari at skriva um.

Tað er júst hetta, sum er endamálið við veljarakanningum.

Vit vilja øll fegin kaga inn í framtíðina. So hevur altíð verið, og spámenn hava altíð havt ein ávísan áhuga. Grikkar tóku ongantíð stórar avgerðir uttan at spyrja oraklið í Delfi, hóast tað mangan mistók seg.

Felags fyri allar veljarakanningar er, at tær eru skeivar. Men tær eru heldur ikki annað enn undirhald.

Skulu tær vera statistisk álítandi, eru tær dýrar, tí spyrjast skulu 2990 fólk. Men tað spurt verður um, er hvat ið viðkomandi hevði atkvøtt, um val var í dag. Hetta broytist dag frá degi, og tað sæst eina best av, at tá veljarakanningar verða gjørdar sjálvan valdagin, víkja tær frá valúrslitinum. Longri tíðin er til næsta val, størri gerst munurin millum kanningina og valúrslitið.

Eru vit greið yvir henda veruleika, so er einki forgjørt í at skemta sær við veljarakanningum, tí mangt kann vera nýtt til dagdvølju, og hendan er ein av mongum. Men hví er eingin kanning gjørd av, hvat ið føroyingar halda um avlurtingarpakkan? Tað hevði kanska komið illa við hjá onkrum skemtarum!

Zakarias Wang