Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Benjamin: Gandar við gamla Stratocastarinum og framleiðir fyri Gipsy Train

MIKUKVØLDIÐ 14. MAI Kl. 20.00 presenterar F’LJÓÐ 13’du stovukonsertina: Hesaferð fer BENJAMIN at framföra!

Pressuskriv:

Dámar tær føroyskan tónleik, er torført at koma uttan um gittarsnillingin, sangaran, sangskrivaran og tónleikaframleiðaran BENJAMIN - alias Benjamin Petersen.

Seinastu mongu árini hevur BENJAMIN staðið á pallinum undir liðini á eitt nú Teitur, Eivør, Hanus G. Johansen, Hogna, Guðrið Hansdóttir og Petur Pólson, áðrenn hann byrjaði at gera um seg við egnum tilfari, tá hann í 2011 gav út sína fyrstu fløgu "Ghost With Skin". Síðani hevur tónleikakarrieran hjá BENJAMIN rættiliga tikið dik á seg - ikki minst uttanlands!

Vit í F'LJÓÐ eru sera errin av at kunna hava henda heilt einastandandi dugnaliga tónleikaran við serstøku røddini við í skrá okkara, tá hann fer at spæla F’LJÓÐ stovukonsert í Stoffalág 18, mikukvøldið tann 14. mai, kl. 20.00.

BENJAMIN fer bæði at spæla løg úr fløguni "Ghost With Skin", umframt at presentera spennandi nýtt tilfar fyri okkum. Tað gleða vit okkum almikið til at hoyra.

UM BENJAMIN** Í 2011 gav BENJAMIN út plátuna “Ghost With Skin” og árið eftir vann hann sær bæði “Væl Á Veg” prísin og ein plátusáttmála við einum týskum plátufelag aftaná eina sera væleydnaða konsert á G! Festivalinum.

Hetta hevði við sær fleiri konsertir uttanlanda, eitt nú á víðagitna festivalinum Iceland Airwaves í Reykjavík, Spot festivalin í Árhus, Reeperbahn í Hamburg og fleiri konsertferðir í Europa. ** Í 2013 bleiv “Ghost With Skin” eisini útgivin í Týsklandi, Eysturríki og Sveits.

Soleiðis skrivaði webmagasinið “All Scandinavian”, sum hevði “Ghost With Skin” sum nr. 4 á teirra “the 20 best albums of 2013” lista:

“The Faroese singer/songwriter impresses with an alternative rock album that moves in so very many different directions yet still comes across as a whole, not least thanks to a coherent sound, an inherent melancholy and his characteristic voice.”

Umframt at ganda við gamla Stratocastarinum hevur BENJAMIN seinastu árini framleitt plátur fyri Gipsy Train, Petur Pólson, Guðrun & Bartal og The Absent Silver King

Fyrst í hesum árinum setti BENJAMIN saman við Mikael Blak “Studio Bunkarin” á stovn.

Seinasta árið hevur BENJAMIN spælt nógv við Teitur og spælir hann eisini við á “Story Music”. Á konsertferðinum hevur Benjamin sjálvur hitað upp undan allar konsertirnar, eins og hann hevur spælt við í orkestrinum hjá Teiti.

Her er eitt ummæli frá Vega í Keypmannahavn:

“The simplicity of the set is mesmerising, formed exclusively by BENJAMIN, his guitar and a stomp box, lazily and affectionately caressing us and keeping the soundscape afloat.”

Nýggjasta verkætlanin er ein føroysk split útgáva millum hann og Petur Pólson, ið ber heiti “Ave”. Tónleikurin er upptikin live í nýggja studionum og útgávan kemur vónandi út aftaná summarferiuna.

Vanligt er, at BENJAMIN hevur Mikael Blak og Jan Rúna Poulsen við sær á pallin men mikukvøldið 14. mai kl. 20.00 verður hann "í mono" í Stoffalág 18, har hann hevur lovað, at nógv nýtt tilfar verður á skránni. Vit gleða okkum almikið til at lurta eftir BENJAMIN.

STOVUKONSERTNØVN Á F’LJÓÐ

Higartil hava hesi spælt F'LJÓÐ stovukonsertir:

Lív Næs og Tróndur Enni

GuðrunSólja

Jens Marni

roWan (Róin Siggertson)

MonkeyRat

Guðrið Hansdóttir

Hans Marius Ziska og Allan Tausen

Eivør

Greta Svabo Bech

Lena Anderssen og Niclas Johannesen

Maria Guttesen

- og komandi mikukvøld verður tað so Benjamin Petersen.

Vilt tú fylgja við í, hvør er á skránni á FLJÓÐ stovukonsertum, far so inn á http://www.facebook.com/fljod og trýst á “Dámar" ("Like”).

HVAR FÁAST ATGONGUMERKI?

Vinaliga SKRIVA TIL boðklivan hjá Elin Brimheim Heinesen at tryggja tær pláss, antin her á Facebook ella við t-posti:

elin@heinesen.fo ella editor@music.fo Pláss er einans fyri hægst 40 fólkum, so tað ræður um at skunda sær!