Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gott úrslit á sosialu miðlunum krevur greiða strategi

Ein greið strategi krevst, um fyritøkur og leiðarar skulu fáa nakað burturúr teimum sosialu miðlunum, sigur Peter Svarre, serfrøðingur í sosialum miðlum.

Tað eru nógvar orsøkir til at fyritøkur og leiðarar eru á sosialu miðlunum, men strategiin skal vera í lagi, um tað skal eydnast. Tað skrivar serfrøðingurin í sosialum miðlum, Peter Svarre, í eini nýggjari grein í tíðarritinum “Ledelse i Dag”.

Peter Svarre, sum er stjóri fyri user experience & social hjá digitalu fyritøkuni In2media, leggur dent á týdningin av, at leiðsla stuðlar átakinum á sosialu miðlunum.

Um leiðslan í fyritøkuni ikki hevur eitt greitt endamál við, hvør ætlanin er á sosialu miðlunum, er vandi fyri, at átakið antin endar ein í kirkjugarðinum hjá støvutum, gloymdum sosialum miðlum, ella verður ein offur fyri einum keðiligum álopi á sosialu miðlunum, ávarar hann.

Sambært kanning, sum Lederne almannakunngjørdi í farna mánað, brúka bert 44 procent av leiðarunum sosialu miðlarnar til beinleiðis vinnulig endamál, og umleið 70 procent av fyritøkunum brúka sosialar miðlar til samskifti, PR og marknaðarføring.

Kanningin vísir við øðrum orðum Danmark sum eitt land, har sosialir miðlar eru nakað, tey sleppa at spæla við á marknaðardeildini, men leiðslan hugsar um onnur og meira týdningarmikil viðurskifti, væl at merkja tá tey ikki chatta við privatar vinir á Facebook, viðmerkir Peter Svarre.

Hann heldur, at tað ikki bara er vandi fyri at missa mundandi marknaðarpartar og kanska sjálva tilveruna hjá fyritøkuni, um leiðslan ikki vil kennast við sosialu miðlarnar, men at tað eisini skjótt kann gerast kostnaðarmikið.

Ov nógvar fyritøkur hava brúkt óneyðugar milliónir til keðiligar bloggar hjá stjóranum ella lívleysar Twitter-vangamyndir – bara tí at man skuldi vera við uppá tað nýggja uttan at hava nakra hugsan um, hvat man í veruleikanum gjørdi á sosialu miðlunum, sigur hann.

Hann metir, at framyvir skal meira dentur verða lagdur á sosialu miðlarnar sum partar av rakstrinum og bygnaðinum, og her fara danskir leiðarar at hava ein týðandi leiklut.

Tað veruliga virði av sosialu miðlunum kemur ikki av Facebook síðuni, sum tann starvslesandi hevur gjørt, men harafturímóti av eini væl umhugsaðari strategi, sum byrjar við leiðslu, bygnaði og fyritøkumentan, slær Peter Svarre fast.