Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TÁ IÐ SERA FÁ EIGA ØGILIGA STÓRAN PART AV LANDSINS RÍKIDØMI

Mánakvøldið kl. 19.00 fer nýsælandski samfelagsfrøðingurin Robert Wade at halda fyrilestur. Fyrilesturin hevur heitið “Why inequality matters: the economic, social, health and political costs” ella nakað sum ‘fíggjarligi, sosiali og heilsuligu missurin, ið stendst av ójavna’

Øll samfeløg hava verið eyðkend av muni millum samfelagsbólkar, tað veri seg tá ið tað ræður um ognir og inntøkur, um makt og mæti. Hugsaninar um mun millum samfelagsbólkar, eitt nú hví munur er og hvørt tað ynskiligt ella ikki, hava verið ymiskar. Stríðið fyri at minka um stætta¬mun hevur eyð-kent søguna seinastu 150 árini.

Seinastu árini hevur eitt eyðkenni tikið seg upp, tá ið tað kemur til ognir og inntøkur, nevni¬liga hetta, at eitt sera lítið tal av fólki sita á størri og størri parti av ríkidøminum. Í 1973 fekk 1% av fólkinum í USA – tey mest múgvandi – uml. 11% av útgoldnu inntøkunum, nú er talið væl omanfyri 20%. Aðra staðni er tað ikki so grefligt, men gongdin er tann sama.

Sjálvsagt geva ymisk inntøku- og ognarviðurskifti ymisk rásarúm hjá tí einstaka. Spurningurin, sum Robert Wade reisir, snýr seg um, hvørja ávirkan hesin ójavnin í ognum og inntøku hevur á sam-felagið sum heild. Tá ið gjógvin millum tey múgvandi og hini verður serliga stór, kenna vit okkum so framvegis sum part av sama samfelag? Tá ið so fá sita á so nógvum, hvørja ávirkan fær tað so ávirkan á politiska valdsbýtið: Kunnu tey fáu, múgvandi t.d. fáa síni áhugamál framd, soleiðis at talan er ikki longur um eitt fólkaræði, har reglan er ‘ein-veljari-ein-atkvøða’? Hvørja ávirkan fær tað á privata, vinnuliga og samfelagsliga búskapin? Og á sosial- og heilsuviðurskifti?

 Orðaskiftið um ali- og fiskirættindi, serliga innan uppisjóvarflotan, er tekin um, at evnið eisini eru aktuelt her heima. Fyrilesturin, sum er almennur, er ætlaður at geva eitt íkast til aktuella orðaskiftið í Føroyum. Eftir fyrilesturin verður møguligt at seta Robert Wade spurningar (á enskum ella føroyskum) og at kjakast um evnið. Sum vera má, so verður fyrilesturin á enskum; Robert tosar sera skilligt enskt.

---

Um Robert Wade. Føddur í Nýsælandi 1944. Útbúgvin búskaparfrøðingur og PhD í antropologi frá universitetinum. Síðani 2001 hevur hann granskað og undirvíst á kenda universitetinum London School of Economics, seinnu árini serliga í, hvussu heimsbúskapurin er samanskrúvaður, hvussu hann verður stýrdur og hvørja ávirkan tað hevur á eitt nú menningarmøguleikan hjá ríkum og fátøkum londum, á býtið av ríkidøminum o.s.frv. Robert Wade hevur skrivað um globalu fíggjarkreppuna, m.a. um Ísland. Í 2008 fekk hann Leontief-virðislønina, ið er sera høgt í metum. Hann er millum tey allarovastu á ‘Google Scholar citation score’ á sínum øki. Starvaðist hjá Heimsbankanum árini 1984-1988 og hjá US Congress – Office of Technology. Tá ið Robert hevur frí, so rennur, svimur og súkklar hann, spælir klassiskan gittara og lesur skaldsøgur.