Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnað sølumessa í Brússel

Fleiri enn 150 føroyingar umboðandi føroyska útflutningsvinnu vóru á heimsins størstu sjómatarmessu.

 Í døgunum 6. til 8. mai var Seafood Expo Global. Fleiri føroyskar fyritøkur, ið arbeiða innan fiski- og alivinnuna, luttóku á føroyska landabásinum í Brússel.

Messan var opin í tríggjar dagar, og føroysku fyritøkurnar høvdu úr at gera allar dagarnar við fundum og práti við kundar.

Samanlagt luttóku 1.690 framsýnarar frá 76 londum, og fleiri enn 25.800 fólk vitjaðu messuna. Seafood Expo Global er heimsins størsta messa innan sjógæti, og tí er føroysk luttøku sera týdningarmikil.

Hetta er staðið, har nærum øll, ið arbeiða við keypi og sølu av sjógæti, hittast. Nógv sambond verða knýtt, og avtalur verða gjørdar hesar dagarnar. Tískil møta fyritøkurnar eisini væl mannaðar.

Áleið 150 føroyingar vóru á Seafood Expo Global í ár, bæði sum framsýnarar og sum vitjandi. Vinnuhúsið samskipaði føroysku luttøkuna á landabásinum hesuferð, og lýsingarfyritøkan Sansir hevur gjørt og sniðgivið básin.

Myndir frá messuni síggjast her: http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=5126