Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Várar í Føroyum – kósin tryggjar vøkstur

Tað várar í Føroyum. Vøkstur eyðkennir samfelagsgongdina, sigur løgmaður.

Hagstovan staðfesti í farnu viku, at tað er vøkstur í øllum høvuðsvinnugreinum.

Byggivinnan blómar.

Byggivinnan hevur longu í ár útgoldið 290 milliónir krónur í lønum. Tað eru heili 30 milliónir fleiri enn um somu tíð í fjør - framgongdin er 11,5%.

Hetta er fyrstu ferð, byggivinnan veruliga hevur vøkstur síðan fíggjarkreppuna.

Tað merkist, at land, kommunur og vinnan gera fleiri og stórar íløgur.

Áræðið og álitið á framtíðina er stórt. Fyrstu mánaðirnar í ár eru útgoldnar yvir 100 milliónir krónur meira enn somu mánaðir í fjør.

Higartil í ár eru útgoldnar til samans slakar 2.400 milliónir kr. í lønum. Tað eru yvir 100 mió. kr. fleiri enn somu mánaðir í fjør. Framgongdin er tann størsta framgongdin seinastu seks árini.

Fleiri skattakrónur

Skattauppgerðirnar hjá TAKS vísa, at fyrstu fýra mánaðirnar í ár hava bæði landskassin og kommunurnar fingið meira inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Landskassin hevur higartil fingið slakar 424 milliónir krónur inn í skatti. Hetta svarar til eina øking upp á 4,4 % í mun til í fjør.

Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 477 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 3,72 % meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Fleiri løntakarar

Tað er hugaligt at síggja, at talið av løntakarum eisini er vaksandi. Í februar vóru 23.846 løntakarar í Føroyum, tað vóru 109 fleiri enn í januar. Tað vóru 148 løntakarar fleiri í februar 2014 í mun til árið fyri.

Størsta framgongdin er í byggivinnuni.

Fyri fyrstu ferð í trý ár eru tað fleiri enn 3.000 løntakarar í byggivinnuni.

Síðan samgongan tók við á heysti í 2011 eru løntakararnir 500 fleiri.

Bjartskygni hjá vinnuni er stórt.

So stórar verkætlanir sum nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði, saltsilan á Tvøroyri, stóra bústaðarætlanin hjá Bústaðir, nýggja farstøðin við flogvøllin, útbyggingarnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, risa íløgurnar hjá Bakkafrost, BankNordik og Marknagilsdepilin hava við sær, at løntakaratalið fer óivað at veksa enn meira komandi mánaðirnar.

Fyri byggivinnuna hava mongu verkætlanirnar stóran týdning.

Fyri samfelagið hevur økta byggivirksemið eisini stóran búskaparligan týdning.

Spírar geva møguleikar

Mongu spírarnir í føroyska búskapinum geva møguleikar. Møguleikar at hyggja nærri at nøkrum avbjóðingum í samfelagnum.

Tað er neyðugt at gera nakað munagott fyri lág- og miðal inntøkurnar, stakar uppihaldarar og pensjónistarnar.

Ein uppløgd gøta at ganga er at kanna møguleikan at veita hesum samfelagsbólkum ein skattalætta, nú samlaða íkastið frá okkara alivinnu, okkara uppsjóvarvinnu og frá okkara fjarfiskiflota seinastu árini ongantíð hevur verið størri.

Gongdin vend

Gongdin er vend. Eftir nøkur ár í lágkonjukturi gongur aftur rættan vegin.

Arbeiðsloysið er lágt. Bruttotjóðarúrtøkan veksur. Føroyski útflutningurin er stórur.

Hagstovan boðar frá, at fólkatalið veksur aftur, nú færri fólk flyta av landinum, og burðaravlopið veksur.

Seinasta árið eru vit 189 fólk fleiri í Føroyum.

Tað er nógv, sum bendir á, at vit ganga ímóti bjartari tíðum.

Fleiri búskaparlig lyklatøl peika rættan vegin. Vit eru á rættari kós.

Saman við vinnuni og treysta fólkinum í Føroyum hava ringastu brotasjógvarnir frá altjóða búskaparkreppuni vónandi lagt seg.

Tað gongur aftur framá, og tað várar í Føroyum.