Er Føroyabanki við at koma fyri seg aftur?
12. Apr 2017
Yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka í vár er liðug, og vísti hon m.a., at tað var meira at fáa av hýsu enn vanligt hevur verið seinastu mongu árini (Sí mynd 1). Fyri veður vórðu einans støðir grynri enn 200 metrar tiknar, og hýsan var væl spjadd um allan tann partin av Føroyabanka.