Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt ár í Føroyum: 5.000 kr til bestu mynd í ár

Dan Klein --- 10.04.2017 - 09:15

Í sambandi við at Norðurlandahúsið bjóðar yrkisfotografum, áhugafotografum og øllum,  sum tíma at taka myndir, at verða við í framsýningini ”Eitt ár í Føroyum” letur BankNordik eina peningagávu á 5.000 kr til bestu myndina. 

Ein metingarnevnd velur millum allar tær innkomnu myndirnar, hvørjar skulu við á framsýningina, sum vit ætla skal vera størsta fotoframsýning í søguni – í Føroyum. Og ikki minst hvør mynd skal vinna peningagávuna frá BankNordik. 

Tað ýður í myndum og hvør einasta sigur sína søgu.

Hvat hevði hent, um vit savnaðu eina ørgrynnu av myndum – tiknar í Føroyum í eitt ár – og lótu tær siga, hvør sína søgu og eina stóra samlaða søgu?

Tað fer Norðurlandahúsið at gera á summarframsýningini 2017. Men felagsarbeiðið for í gongd longu flaggdagin 2016. Framsýningin skal eita ”Eitt ár í Føroyum” og við verða myndir tiknar millum flaggdagarnar 2016 og 2017.

Vit bjóða øllum at verða við, sum hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu við myndum. Hvat hendir í Føroyum í eitt ár? Hvat gera vit? Hvat frøast vit um, hvørjum stúra vit fyri? Natúra og mentan, børn og djór, gerandisdagur og høgtíðsdagur, politikkur og átrúnaður, býlív, bygdalív og sjómanslív, veður og vindur, familjulív og arbeiðslív. Og alt tað, sum vit ikki kunnu seta orð á. Hvør einasta mynd er vælkomin.

Myndirnar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2017 kl. 12.00.

Hvør mynd skal verða í minsta lagi 4 MB. Heitið á myndini skal vera navnið á fotografinum, umframt stað og dagfesting, tá myndin er tikin.

Hvør fotografur kann í mesta lagi senda 10 myndir inn – og tær skulu sendast til: foto@nlh.fo