Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tunnil úr Gøtudali til Skálafjørð

Dan Klein --- 09.04.2017 - 09:45

Tað er at fegnast um, at onnur byrja at ressast og síggja, hvussu týdningarmikil tunnilin úr Gøtudali og til Skálafjørð verður, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Tá fara øll tey, sum koyra úr Norðoyggjum, úr Fuglafirði,úr Leirvík og úr Gøtu helst at koyra gjøgnum bygt øki á eystara armi á Skálafjørðinum í staðin fyri at nýta tann vegin, sum er gjørdur til endamálið á vestara armi – á Strandalandinum, sum vit plaga at kalla tað. Talan er um eitt øki við knapt 10.000 íbúgvum. Hetta tí, at tunnilin úr Gøtudali manglar.

Hetta havi eg gjørt vart við í fleiri umførum í fyrispurningi til landsstýrismannin í samferðslumálum fyri góðum ári síðani, í øðrum samferðsluviðgerðum og so seint sum í orðaskiftinum í løgtinginum mikudagin, tá játtanarkarmarnir vórðu til viðgerðar. Í hesum kørmunum eru aðrir líka átrokandi tunlar fremri í røðini: Hvalbiartunnilin, smærri tunlar, sum ætlaða tunnilstoymið skal gera, eins og fyrireiking til tunlarnar Norður um Fjall – alt tunlar, sum hava bíðað alt ov leingi!

Tað er ein øgiligur ágangur uttanifrá á tað eina Eysturoyarumboðið í samgonguni um verkætlanir í oynni. Og eg skal boða frá, at einki er tunnilin í Gøtudali gloymdur, men ein semja um fíggjarlógir og játtanarkarmar skal taka atlit til alt landið og tað gera játtanarkarmarnir 2018 - 2022 í stóran mun:

Hesin listin  yvir íløgur sigur nógv um hvussu væl karmarnir koma runt um landið:

- Landssjúkrahúsið og útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi 
- Glasir, Miðnám í Kambsdali, Eftirskúli í Suðuroy, Ítróttarháskúlin í Vági og 
        Húsarhaldsskúli í Klaksvík. 
- Bústovnar og vardir bústaðir. 
- Havrannsóknarskip, Tjóðleikhús og Talgildu Føroyar. 
- Eysturoyar- og Sandoyartunlar, Hvalbiartunnil og tunnilstoymi at fremja smærri
        tunnilsverkætlanir kring landið. Eisini verður í tíðarskeiðnum farið undir 
        tunlarnar Norður um Fjall, sum fara í gongd eftir Hvalbiartunnilin, og 
        fyrireiking til tunnil til Vestmanna. 

Eg kann altíð ynskja mær okkurt øðrvísi, m.a. at tunnilin, sum liggur mær á hjarta at fáa gjørdan ikki ov langt eftir at Eysturoyartunnilin letur upp, varð raðfestur av fleiri – hóast tey ikki búgva í oynni her. Tí tað er avbjóðingin at vera landspolitikkari: at føra landsumfevnandi politikk og ikki bara káva til sín sjálvs ella egið øki. 

Men rímiligheitin skal ganga báðar vegir, og eg fegnist um, at í hesi semjuni er seinasti parturin av neyðugu útbýggingini á Miðnámi á Kambsdali. Tað er tað byggistigið, sum varð spart burtur, tá útbýggingin varð gjørd herfyri. Hetta er átrokandi mál, tí fremsta tilfeingi okkara er menniskjuni og tey komandi ættarliðini, sum vaksa til m.a. í Eysturoynni. Stovnurin, sum byggjast skal til, er samanlegging av undanfarna Studentaskúlanum og HF-skeiðnum við Gøtugjógv, sum í 1993 flutti inn í niðurspard smá høli á Kambsdali og so Handilsskúlanum á Kambsdali. Útgerð, innbúgv og amboð annars eru á eini deild flestøll arvur frá tí tíðini, tá skúlin húsaðist við Gøtugjógv. Tann deildin, sum enn ikki hevur fingið síni høli, amboð og útgerð endurnýggjað, er deildin fyri náttúruvísindi, tann fyrr nevnda matematiska deild, sum nú eitur náttúrubreyt. Hendan deild er ómetaliga týdningarmikil og hevur útbúgvið mong skilafólk í Norður Føroyum og givið teimum grundarlagið undir útbúgvingini, tey í dag hava sum læknar, tannlæknar, fólkaskúlalærarar við náttúruvísindum á breyt, miðnámsskúlalærarar í náttúruvísindum verkfrøðingar av øllum handa slagi og mangt annað. Mong av hesum arbeiða í dag ymsastaðni í Føroyum. Mong teirra eru flutt aftur til økið, tey koma frá í Norður Føroyum. Her røkja tey alneyðugar samfelagsuppgávur, sum vit annars máttu innflutt arbeiðsmegi til. 

Í hesum høpinum er tað serliga viðkomandi at nevna, at fleiri teirra, sum leiða alt eftirlitið við arbeiðinum við Eysturoyartunlinum, hava sína miðnámsútbúgving úr Gøtugjógv og av Kambsdali, av júst hesi týdningarmiklu breyt, sum nú skal útbýggjast, so góðu lærararnir og komandi næmingar kunnu fáa tíðarhóskandi umstøður til læringina. Hetta er eitt týdnignarmikið grundarlag undir áhaldandi menningini í einum umhvørvi við framfýsnum fólki. 

Eg fari at mæla til samstarv um tær neyðugu útbyggingarnar í okkara samfelagið. Fyri allar Norður Føroyar og annars øll, sum ferðast hendan vegin, er tunnilin í Gøtudali ein vinningur. So eg ræðist ikki fyri, at góðar kreftir savnast við mær og øðrum, at fáa hendan tunnil á skrá, so skjótt til ber í rímiligu raðfylgjuni.

Smærri verkætlanir í Eysturoynni í játtanarkørmunum, sum tó veruliga fara at muna, eru Selatraðarvegurin og farleiðin um Skálabotn.

Um áhugi er at lesa fyrispurningin um umrødda tunnil og farleiðina um Skálafjørð, so er leinki her:

http://lesarin.fo/tunnil+ur+gotudali+til+skalafjordin+og+vegur+um+skalabotn.html

Hanna Jensen, løgtingskvinna
Norðragøta