Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Petur Mohr Dam og fjarrit 1946

Perla: Eitt mál, sum undrar meg, er at Petur Mohr Dam í tí samrøðu, sum eg hevði við hann í 1964, sigur at hann hevði sent fjarrit niður til donsku javnaðarmenninar um fólkaatkvøðuna leygardagin tann 14. september 1946 áðrenn borgarar á Tvøroyri komu við sínum mótmæli til radioavísina mánadagin tann 16. september.

Varð lagt á netið: 25.03.2014 - 14:39

Tað hevur ikki borið mær til at funnið nakað slíkt fjarrit. Men tað eru jú mong sum hava hugt eftir skjølum á ríkisskjalasavninum og í skjalsavninum hjá donsku arbeiðararørsluna.

Forvitnisligt hevði verið at fingið at vita, um nakar av hesum kannarum hevur funnið fjarrit frá Peturi Mohr Dam sum er sent áðrenn seinnapartin mánadagin tann 16. september 1946.

Zakarias Wang