Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FØROYSKUR TRÚBOÐI Í ASIU - sálarrøktari millum tríuboðarar

Dan Klein --- 09.04.2017 - 09:16

Trúboðin, Sørin Joensen, sum hevur virkað í Tailandi í 13 ár, hevur ferðast í Føroyum í hesum døgum, har hann hevur vitjað samkomur og greitt frá trúboðaraarbeiðinum í Thailandi. Hann kom til Føroyar 25. mars og fór úr Føroyum í hósdagin 06. apríl. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Sørin Joensen hevur ættarbond í Vági og við Gjógv. Í sínum barna- og ungdómsárum hevur hann  búleikast bæði í Vági og í Tórshavn. Hann kom í Zarepta sum smádrongur og tannáringur, har hann kom til persónliga trúgv á Jesus. Sørin greiður frá, at meðan hann gekk í student í Hoydølum, spurdi hann mangan seg sjálvan, hvat hann skuldi brúka lívið til, og í bíbliuklassanum í Ebenezer, har hann kom regluliga, fekk hann lagt á hjarta tey, sum aldri hava hoyrt evangeliið.  

Sørin leitaði sær bíbliuskúlaútbúgving í Onglandi, har hann var næmingur á bíbliu- og venjingarskúlanum hjá New Tribes Mission árini 2000 – 2002. Sørin er giftur við Corine, sum er fødd og uppvaksin í Hollendsku bygdini Brandwijk í Mið-Hollandi. Tey giftust í árinum 2002. Tey eiga tríggjar synir, sum eru ávíkavist 12, 5 og 3 ára gamlir. 

Tað eru 5 ár liðin, síðani Sørin var í Føroyum seinast. Konan og børnini eru ikki við á hesum sinni, men eru hjá familjuni í Hollandi. 

THAILAND
Sørin og Corine fóru tey til Thailands í 2004 at arbeiða sum trúboðarar, har tey hava verið í 13 ár. Tey búgva í býnum Chiang Mai, har tey arbeiða innan trúboðarafelagsskapin THE WELL INTERNATIONAL, hvørs høvuðsendamál er at veita teimum túsundtals mongu trúboðarum í Asiu persónliga sálar- og hirðarøkt á einum bíbilskum og fakligum støði. 

Sørin sigur, at hann ikki hevur sæð seg sjálvan sum ein traditionellan prædikutrúboðara, men heldur sum ein trúboðara, ið arbeiðir millum einstaklingar á tí persónliga støðinum. Tí er hansara høvuðsuppgáva í Thailandi at veita persónliga umsorgan og professionella sálarviðgerð millum teir mongu trúboðarar, sum virka  í Thailandi og øðrum londum í Asiu - man kann lýsa tænastuna hjá Sørin og Corine, at tey eru trúboðarar millum trúboðarar!!

Kona hansara, Corine, hevur útbúgving sum pedagogur, og hon tekur sær av teimum mongu trúboðarabørnunum, sum, eins og tey vaksnu, eisini uppliva sálarligar snuddir og aðrar trupuleikar. 

Sørin og Corine fara aftur til Thailands í endanum av juli, og tey vóna at kunna vitja aftur í føroyum um ikki so mong ár. 

Kelda: Møtinotatir 26.03.2017 / Telefonsamrøða 31.03.2017 / Faldari hjá Sørin og Corine