Týðandi samstarvsavtalur um Talgildu Føroyar undirskrivaðar
09. Apr 2017
Í hesari vikuni undirskrivaðu ein røð av fyritøkum og feløgum samstarvsavtalu við Landsstýrið um at gera Talgildu Føroyar til veruleika. Ítøkiliga merkir hetta, at fyritøkurnar og feløgini fáa ávirkan á verkætlanina og eru við at fíggja verkætlanina við samanløgdum 16,7 mió. kr. í tíðarskeiðinum 2017-2020.