Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skyldan hjá Taks at fylgja eini kæruavgerð

Dan Klein --- 11.04.2017 - 09:15

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Taks ikki fylgdi eini avgerð frá einari kommunalari skattakærunevnd. Hóast Taks metti avgerðin vera skeiva, hevði Taks ikki kært hesa til Skatta- og avgjaldskærunevndina, men helt fast í sína upprunaligu avgerð. Ikki fyrr enn umboðsmaðurin kom inn í málið, valdi Taks at fylgja avgerðini frá kommunalu skattakærunevndini.

Umboðsmaðurin gav Taks eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 17/00026)

Álitið kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f17-00026+Anonymt+-alit.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5769&Action=1