Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politikkur Landsfelags Pensjónista innan pensjónsøkið

Í samband við at Føroya Landsstýri arbeiðir við at orða eina pensjónsnýskipan, hava umboð fyri eldra- og pensjónistafeløgini saman við nevndini í Landsfelag Pensjónista viðgjørt pensjónsviðurskiftini í Føroyum. Í teimum ymisku uppskotunum, er dentur lagdur á viðurskiftini hjá teimum, ið fíggjarliga eru ringast fyri. 

1. Hugsjónarliga grundarlagið hjá Landsfelag Pensjónista

a. Okkara grundhugsan er universel (algildug), tvs. at allir borgarar hava líka rætt til tænastur og
        veitingar samfelagsins uttan mun til sosial,  fíggjarlig og onnur viðurskifti annars.

b. Ein pensjónistur skal hava somu rættindi og skyldur sum aðrir borgarar í samfelagnum, 
        eisini í mun til løn og skatt.

c. Javning av pensjónum eigur at fylgja gongdini í lønarlagnum í landinum. Hetta skal tryggjast við,
        at pensjónin hækkar í minsta lagið við tí miðalprosentið, ið lønirnar hækka 
        á arbeiðsmarknaðinum.

d. Landsfelag Pensjónista vil stremba fram ímóti at venda skeivu gongdini við alsamt vaksandi tali 
        av fólkapensjónistum í fátækraváða. Málið er at ongin fólkapensjónistur 
        skal liva í fátækraváða.

2. Grundupphæddin í fólkapensjónini

a. Pensjónin er ein universel veiting,  og eigur at veitast til øll, ið gerast 67 ár, uttan at 
        neyðugt er at søkja um pensjónina. 

b. Fólkapensjónin er ein útsett løn, ið pensjónistarnir hava goldið ígjøgnum sítt arbeiðslív og eigur 
        at verða á einum støði, sum samsvarar við lívskorini í Føroyum. 

c. Árliga grundupphæddin eigur at hækka við í minsta lagið 6000 kr. beinanvegin, soleiðis at
        fólkapensjónistarnir koma í minsta lagi ájavnt við fátækramarkið.

d. Tað skal  vera møguligt at biðja um útsetan av fólkapensjónini, og harvið fáa eina hægri 
        pensjón í mun til útsetta áramálið.

3. Viðbøtur til fólkapensjón
a. Øll, ið hava rætt til viðbót, eiga at fáa hesa uttan umsókn. TAKS hevur allar upplýsingar,
        ið eru neyðugir til útrokningar av viðbótum.

b. Botnfrádrátturin eigur at hækkað, so meiri tøkur peningur verður eftir. 
c. Mótrokningarprocentið í øðrum inntøkum eigur at lækka úr 60% til 30%. 
d. Viðbótin eigur ikki at verða mótroknað í mun til inntøku hjá hjúnarfelagi?
e. Inntøkumarkini eiga at regulerast í mun til lønarvøksturin.

4. Samhaldsfasti - AMEG

a. Samhaldsfasti er ein universel (algildug) veiting, tvs. at øll, ið eru 67 ár og eldri, fáa úr
        Samhaldsfasta. Samhaldsfasti er ein skattskyldug veiting, og verður veitt uttan umsókn til
        pensjónistar, ið búgva í Føroyum.

b. Lógin um Samhaldsfasta varð broytt í 2009, soleiðis at føroyingar búsitandi uttanlanda eisini fáa
        Samhaldsfasta. Eisini vóru útgjaldstreytirnar broyttar fyri tey, ið vóru búsitandi í Føroyum og
        gjørdust pensjónistar eftir 28. apríl 2009. Fleiri mistu rættin til fult útgjald úr Samhaldsfasta,
        hóast tey hava búð í Føroyum áðrenn Samhaldsfasti varð settur á stovn.

c. Lógin eigur at broytast soleiðis, at:
        Øll, ið hava rindað til Samhaldsfasta, AMEG, síðan hann varð stovnaður, fáa fult útgjald, 
        tá tey verða 67 ár.

5. Pensjónsaldurin
a. Pensjónsaldurin eigur ikki at hækka,  67 ár er í lagi.
b. Tað skal vera møguligt sjálvboðin at velja at útseta fólkapensjónina og harvið fáa hægri útgjald,
        tá pensjónin verður útgoldin. 

c. Pensjónsaldur eigur ikki at vera tað sama sum uppsagnaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Lógin eigur
        at broytast soleiðis, at tað gerst ólógligt at siga fólki úr starvi vegna aldur. Arbeiðsmarknaðurin
        hevur brúk fyri førleikunum hjá øllum, ið kunnu og ynskja at arbeiða. 

d. Tað skal vera møguligt at fáa framskundaða fólkapensjón við eini læknaváttan, soleiðis at tey, 
        ið hava brúk fyri tí vegna slit o.a, kunnu fara av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey 
        gerast 67 ár.e. Politiski myndugleikin eigur at orða ein politikk um viðurskifti hjá yngri
        fólkapensjónistum og teirra tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og við lóg skapa møguleikar 
        og tryggleika fyri allar pensjónistar.

6. Fyritíðarpensjónistar
f. Fyritíðarpensjónistar eiga at fáa eina pensjón, ið er á einum støðið, so hon er til at liva av.
        Málsviðgerðin eigur at gerast smidligari, enn hon er í dag.

7. Heilsutrygd
a. Heilsutrygd eigur at verða goldin gjøgnum skattin, eins og landsstýrið lovaði, 
        tá Heilsutrygd varð stovnað. 
b. Ískoyti til hoyritól, brillur og tannviðgerðir eigur at gerast betur.
c. Egingjaldið fyri heiligvág eigur at gerast javnari yvir árið. 

Viðmerkingar til punktini omanfyri

Viðv. 2. Grundupphædd 
Grundupphæddin hevur staðið í stað síðan 1999 og er lækkað í mun til lønarvøksturin í landinum, samstundis sum bruttotjóðarúrtøkan er vaksin munandi øll árini.

At pensjónin ikki er javnað í nógv ár, merkir at fitt av pensjónistum, ið hava ligið omanfyri fátækraváðamarkið, eru farin niður um markið. 

Hóast bruttotjóðarúrtøkan, ið er virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt, er tvífaldað frá 2000-2016, so er fátækraváðin hjá pensjónistum vaksin frá 17,7% til 27,7% hetta tíðarskeiðið.  Tað fevnur um 2.004 fólkapensjónistar av 7.235 í 2016.
 
Fólk í fátækraváða hava eina inntøku, ið er minni enn 131.220 kr., tvs. 60% av medianinntøkuni, ið er tann inntøkan, ið liggur í miðjuni á inntøkustiganum. Fyri 2014 er medianinntøkan 218.700 kr fyri alt landið og hjá fólki 67+ er inntøkan 163.100 kr. í miðal, ið er 25,4% undir medianinntøkuni.

Av teimum 2004 pensjónistunum, ið eru í fátækraváða, er inntøkan niðri á 118.098 kr. í miðal, tv.s 10,3 % undir fátækraváðamarkinum.
                             
Ein fólkapensjónistur, ið onga aðra inntøku hevur enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, fær 125.456 kr/ár eftir skatt og er tað 6.000 kr/ár undir fátækraváðanum, ið er 131.220 kr.

Um vit sammeta við medianinntøkuna, ið er 218.700, so er inntøkan hjá pensjónistum 93.000 kr./ár undir medianinntøkuni.
Medianinntøka 218.700 kr.
Fátækraváði                60% undir
medianinntøkuni 131.220 kr.
Inntøkugloppið er             10,3 % 
undir fátækraváðanum 118.098 kr.

Vøksturin í medianinntøkuni frá 2011 til 2014 hevur verið fyri allar aldursbólkar um 11-12 % - uttan aldursbólkurin 67 ár og eldri, sum hevur havt ein vøkstur á 5,5% hetta tíðarskeiðið.
Grundupphæddin í fólkapensjónini er lækkað í virði í nógv ár, tí prístalið er hækkað nógv. 
Fyritreytirnar at hækka grundupphæddina eru so avgjørt  til staðar, og bara fyri at samlaða pensjónin kemur á hædd við fátækraváðamarkið, skal grundupphæddin hækka við einari árligari upphædd uppá  6.000 kr., tvs. frá miðalpensjónsinntøkuni uppá  125.456 kr. til fátækraváðan uppá  131.220 kr. 

Prístalið er hækkað frá 100 í 2001 til 116 í 2016 og tað ger, at tað er blivið meira kostnaðarmikið at hava eitt húsarhald. 

Tosað verður um, at landið hevur ikki ráð at hækka pensjónirnar, samstundis sum bruttotjóðarúrtøkan er hækkað við 70 % frá ár 2002 til 2015, frá 10 mia.kr. til 17 mia.kr. Lønargjaldingarnar eru farnar frá 500 mió. kr. um mánaðin í 2002 til góðar 700 mió. kr. í 2016, tvs. hækkingin er 40 %. Fólkapensjónin er hækkað við 22 % sama tíðarskeið.
 
Ein av grundgevingunum, ið verða brúktar til ikki at hækka pensjónina og til at útseta pensjónsaldurin er demografiin, har tað verða færri arbeiðsførar hendur og fleiri eldri fólk. Hetta hóast vøksturin seinastu 15 árini í bruttotjóðarúrtøkuni vísir, at framleiðslan krevur færri og færri hendur til at skapa størri virði, tí alt verður meira og meira effektiviserað.
 
Viðv. 3. Viðbøtur
Allir pensjónistar hava ikki orku at søkja um pensjón og viðbót, nógvum tørvar hjálp frá øðrum. Viðbøturnar eiga at verða útgoldnar, tá fólk fáa fólkapensjón uttan umsókn. Hetta kann lættliga gerast, tí TAKS hevur allar neyðugar upplýsingar. 

Viðbøturnar verða mótroknaðar við 60%, tá ein hevur eina skattskylduga inntøku, umframt pensjón og Samhaldsfasta, ið er omanfyri 60.000 kr. fyri støk og 80.000 kr. fyri hjún. 

Landsfelag Pensjónista mælir til, at mótrokningarprosentið verður lækkað niður á 30%. Í Danmark er mótrokningarprosentið 30,9% fyri støk, um ein hevur eina inntøku yvir kr. 68.400 og fellur burtur við 315.000 kr. Fyri hjún verður mótroknað við 32% (16% til hvønn) tá samlaða inntøkan er yvir 137.300 kr og fellur burtur við eini inntøku uppá 371.000 kr. tilsamans.

Viðv. 4. Samhaldsfasti - AMEG
Frá 1997 til 2009 høvdu allir fólkapensjónistar búsitandi í Føroyum rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta.  Í 2009 varð  lógin broytt soleiðis, at somu treytir blivu galdandi sum til fólkapensjón viðv. bústaðartreytum, tó telur bústaður í Danmark ikki við. Hetta merkir, at ein skal hava búð í Føroyum í 40 ár ímillum 15 og 67 ár, fyri at fáa fult útgjald úr Samhaldsfasta. Tvs. at ein skal ikki hava búð uttanlanda í meiri enn 12 ár í hesum tíðarskeiði. Hetta hevur ført við sær, at fleiri hava mist rættin til fult útgjald. 

Inngjald til Samhaldsfasta hevur bert verið í 25 ár, sostatt er tað órættvíst, at fólk sum hava goldið inn frá 1991 undir teirri fyritreyt, at tey  høvdu rætt til fult útgjald, tá tey blivu 67 ár, nú missa hendan rættin eftir 40 ára regluni.  Samstundis hava tey eisini verið við til at upparbeiða kapitalin uppá 1,2 milliard kr., ið er í Samhaldsfasta í dag.

Tá fólkapensjónin varð skerd 1. febr. 2016, samtykti løgtingið, at tey, ið vóru pensjónistar tá lógin varð kunngjørd, 28. des. 2015, fingu skerdan Samhaldsfasta, skuldu fáa ein brotviðbót, soleiðis at teirra samlaða pensjón ikki varð skerd. Tey, ið komu inn í skipanina eftir 27. des. 2015 fáa ikki hesa viðbótina. 

Í samband við umleggingina av fólkapensjónini, lovaði landsstýrið, at ongin skuldi fáa minni útgoldið. Tað gera hesi, ið eru blivin pensjónistar eftir jan. 2016. Landsfelag Pensjónista metir hetta vera órættvíst móti teimum. 

Fundamentið undir Samhaldsfasta eru lønarútgjaldingarnar, ið er ein minni partur av búskapinum og sum fer at minka við tíðini, tá færri fólk eru á arbeiðsmarknaðinum.  Fólkapensjónin er partur av landsbúskapinum og er tí eitt tryggari fundament fyri pensjónistarnar.

Viðv. 5. Pensjónsaldur
Pensjónsaldurin er tann aldur, tá tú fær rætt til at taka ímóti fólkapensjón. Hesin aldur er 67 ár í dag. Føroyar, Ísland og Noreg hava pensjónsaldur uppá 67 ár meðan Danmark, Grønland og Svøríki hava 65 ár.

Í aldrinum frá 67 ár eru  tað nógv, ið eru væl fyri og sum ynskja at arbeiða. Í hesum aldri er tað torført at sleppa út á arbeiðsmarknaðin, og nógv verða søgd úr starvi, bæði hjá kommunum, hálvprivatum og privatum fyritøkum. Tað eigur at vera ein fyrimunur fyri arbeiðsmarknaðin at gagnnýta teir førleikar, ið hesi havi fingið ígjøgnum eitt langt arbeiðslív. 

Tað verður ofta víst á, at demografiin er soleiðis, at tað verða færri yngri á arbeiðsmarknaðinum til at forvinna peningin í landinum, meðan tað gerast fleiri og fleiri eldri, ið skulu hava pensjón. Landsstýrið ynskir tí at hækka pensjónsaldurin. Hetta er í ansøgn til, at fólk verða søgd úr starvi vegna aldur og ikki vegna førleika, tá tað er brúk fyri fleiri hondum á arbeiðsmarknaðinum.

Viðv. 7. Heilsutrygd
Hvør pensjónistur rindar 2.653 kr. um árið til Heilstrygd. Fyri ein fólkapensjónist er hetta ein stór upphædd. Tá hetta er eitt tvungið gjald, kundi tað verði rindað yvir skattin, ið varð lovað tá Heilsutrygd varð stovnað. Í hinum Norðurlondum verður heilsutrygdin rindað yvir skattin. 

5. apríl 2017

Samtykt á formansfundi 

Landsfelag Pensjónista