Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Ein vinnarasak fyri allar partar!

24. Des 2013

Í gjár lat Lestrarhúsið upp í Havn. Lestrarhúsið liggur í Niels Winthersgøtu 5 í miðbýnum í Havn, og har eru góðar umstøður hjá lesandi, sum hava brúk fyri einum stað, har tað ber til at lesa í friði og náðum ella at arbeiða við t.d. uppgávuskriving. Har er tráðleyst internet, góðar umstøður og gott pláss. Og tað er ókeypis at nýta lestrarhølið í tíðarskeiðnum fram til 24. januar frá klokkan 9 til klokkan 8 á kvøldi. Tann sum fær ein lykil, fær eisini eina ábyrgd at fara væl um. Tað er sjálvsagt.

les meir

Føroyar og Russland gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2014

23. Des 2013

Eftir tvey samráðingarumfør í ávikavist november og desember hava Føroyar og Russland 20. desember 2013 skrivað undir sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2014.

les meir

Føroyskar gerandisvørir eru 30 % dýrari enn í Danmørk og 71% dýrari enn í EF

23. Des 2013

Donsk bløð skriva í dag, at danskar gerandisvørur - í eini umfatandi kanning í EF – í prísi liggja 41% omanfyri øll hini.

les meir

Mundi verði dripin í fongslinum

22. Des 2013

Perla: Tó at Jens Arne hevur funnið sær nýggja unnustu, so skulu tey ikki sleppa at nýta samlívið saman, tí knappliga skulu øll leggja oyru...

les meir

Línuflotin um at koma fyri seg

22. Des 2013

Nótaskipini og flakatrolararnir hava havt eitt gott ár, meðan fiskiskapurin hjá botnfiskatrolarunum í heimasjógvi hevur verið lakur. Línuskipini hava havt framgongd, men enn er hýran tó ikki nøktandi.

les meir

Semingsroynd miseydnaðist

20. Des 2013

Semingsmenninir hava í kvøld slept royndunum at fáa semju millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar. Tað verður tó onki verkfall hesumegin nýggjár.

les meir

Munnkurvin

20. Des 2013

Tá ið stórmál eru til viðgerðar í Løgtinginum, eru samgongutingfólk javnan samd um, at ongin skal taka orðið ella í mesta lagi ein fyri hvønn flokk. Í øðrum lagi verður ofta avgjørt at skunda mál í gjøgnum, uttan at geva málinum ta tíð, tað eigur sambært tingskipanini. Og í triðja lagi uttan at geva málum ta løgfrøðiligu eftirkannan, sum mál eiga at fáa.

les meir

Landsstýrismaður kortsluttar kanning um miðfyrisitingina

20. Des 2013

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður ger markantar niðurstøður um arbeiði at endurskoða miðfyrisitingina, langt áðrenn serfrøðingabólkurin er liðugur við arbeiði. Markantu útmeldingarnar um funkjsónir, ið skulu samanleggjast fyri at røkka sparingum undirgrava arbeiðið og hoyringina og loypa óneyðugan ekka á starvsfólkini

les meir