Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jan Høgaard leggur fram formansfrágreiðingina. Høgrumegin er tað orðstýrarin Páll Nielsen, advokatur.

Línuflotin um at koma fyri seg

Eftir: Ingolf S. Olsen:

Nótaskipini og flakatrolararnir hava havt eitt gott ár, meðan fiskiskapurin hjá botnfiskatrolarunum í heimasjógvi hevur verið lakur. Línuskipini hava havt framgongd, men enn er hýran tó ikki nøktandi.

Føroya Fiskimannafelag hevur landsfund í dag í fundarhølinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Tjarnardeild í Havn, og í formansfrágreiðingini greiddi Jan Højgaard millum annað stutt frá gongdini hjá ymisku skipabólkunum í ár.

”Nótaskipini hava enn góðan byr. Tað sama kann sigast um flakatrolararnar, men tó hevur verið nakað lakari hjá teimum síðsta ársfjórðing.

Hjá trolararunum hevur tað eisini verið nakað lakari við botnfiskakvotu, men hjá onkrum hevur tað hjálpt væl, at teir hava fingið makrel.

Tað sær út til, at línuskipini eru um at koma fyri seg aftur. Tey hava nú betri inntøku, enn tey hava havt í longri tíð. Men enn manglar væl í, til at manningin fær eina nøktandi hýru. Men um gongdin er sum nú, eigur tað at fara at síggjast betur hjá manningini sum frá líður”, segði Jan Højgaard.

Gongdin í tølum kann lesast í prentaðu formansfrágreiðingini, ið leinki er til her niðanfyri.

Lívligt kjak
Okkurt um 50 fiskimannafelags-limir vóru á landsfundinum, og eftir formligu skránna var lívligt kjak.

Tað, sum fylt mest í kjakinum, var tilfeingisgjaldið, og um uppboðssølugjaldið. Gerðarrætturin hevur gjørt av, at hetta gjaldið skal fara av óbýttum. Felagsnevndin og limirnir vóru á einum máli um, at felagið framhaldandi skal berjast fyri, at sleppa av aftur við tilfeingisgjaldið – í øllum førum tí partinum, sum nú verður lagdur á manningarnar.

Eisini varð kjakast um uppboðssøluna, sum menn ikki halda virka nóg væl, um fastlønarsáttmálar, sum fleiri meiningar vóru um.

Dúgliga varð eisini kjakast um nógvu sáttmálarnar, ið eru gjørdir gjøgnum árið. Nevnt varð millum annað, at ávís reiðarí taka fleiri túsund krónur samanlagt um mánaðin av manningarhýrununum fyri internet. Heitt varð á nevndina um at stríðast fyri fríum interneti umborð á skipunum, tí hetta í dag er at rokna sum ein eins náttúrligur rættur og rennandi vatn.

Fleiri myndir: http://www.fiskimannafelag.fo/savn/t%C3%AD%C3%B0indi/landsfundur-fr%C3%A1soegn.aspx

Formansfrágreiðingin við høvuðstølum sæst her http://www.fiskimannafelag.fo/media/10260/Formansfr%C3%A1grei%C3%B0ing-2013-endalig.pdf