Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein vinnarasak fyri allar partar!

Í gjár lat Lestrarhúsið upp í Havn. Lestrarhúsið liggur í Niels Winthersgøtu 5 í miðbýnum í Havn, og har eru góðar umstøður hjá lesandi, sum hava brúk fyri einum stað, har tað ber til at lesa í friði og náðum ella at arbeiða við t.d. uppgávuskriving. Har er tráðleyst internet, góðar umstøður og gott pláss. Og tað er ókeypis at nýta lestrarhølið í tíðarskeiðnum fram til 24. januar frá klokkan 9 til klokkan 8 á kvøldi. Tann sum fær ein lykil, fær eisini eina ábyrgd at fara væl um. Tað er sjálvsagt.

Tórhavnar Kommuna hevur boðað frá, at tað er ein royndarskipan at brúka hølini í M.A. Winthersgøtu til lestrarhús. Skipanin er ætlað bæði útisetum og øðrum lesandi. 

Lykil fæst í Snarskivuni

Sum tað er lýst í fjølmiðlunum, so ber til at fáa ein lykil til Lestrarhúsið í Snarskivuni á Vaglinum í Havn, og Snarskivan hevur opið gerandisdagar millum klokkan 9 og 16. Tey sum fáa ein lykil til Lestrarhúsið verða eisini biðin at fylla út eitt eftirmetingarskjal, soleiðis at tænastan kann gerast enn betri frameftir. Skipan eigur at verða varandi Tá ið eftirmetingarnar eru gjørdar, eiga vit so avgjørt at finna fram til eina varandi skipan – sum ikki einans virkar í jólafrítíðini. Enn er ikki greitt, hvar tað kann vera, men tað hevur mangan verið umrøtt, at Býarbókasavnið er ein góður møguleiki. Tað fara vit í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at viðgera sum skjótast.

Í tilmælum um fólkavøkstur, sum eru orðað m.a. i Vinnumálaráðnum, verður m.a. nevnt at bøta um útbúgvingar- og lestraramøguleikar. Hetta er eitt íkast í so máta í Tórshavnar Kommunu. Eisini verður dentur lagdur á at menna tilknýtið hjá útisetum til Føroyar. Tað eru nógvir møguleikar at skriva bæði høvuðsritgerðir og phd-ritgerðir og aðrar uppgávur um viðurskifti, ið eisini viðvíkja Føroyum. Men ikki øll hava tær røttu umstøðurnar at arbeiða undir.

Verður Letrarhúsið ein varandi skipan, so ber altíð til at fara undir tílíkar verkætlanir.

- Samanumtikið ein vinnarasak fyri allar partar, bæði fyri tann lesandi, fyri Tórshavnar Kommunu og fyri Føroyar. 

Helena Dam á Neystabø,
forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs