Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaður kortsluttar kanning um miðfyrisitingina

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður ger markantar niðurstøður um arbeiði at endurskoða miðfyrisitingina, langt áðrenn serfrøðingabólkurin er liðugur við arbeiði. Markantu útmeldingarnar um funkjsónir, ið skulu samanleggjast fyri at røkka sparingum undirgrava arbeiðið og hoyringina og loypa óneyðugan ekka á starvsfólkini

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum

Miðfyrisitingin, sum Norman Christensen legði lunnan undir í 90-unum skal endurskoðast og rasjonaliseringar og sparingar skulu ætlandi gerast í milliónaklassanum.

Hetta hevur politiska skipanin avgjørt, og í heyst varð ein serfrøðingabólkur settur við embætisfólkum at lýsa bygnaðin og gera eina frágreiðing. Ein neyv arbeiðsætlan er løgd, sum skal enda við, at uppskot verður gjørt til nýggjan bygnað komandi summar.

Sjálvandi skal tað almenna tora at hyggja at sær sjálvum við millumbilum. Men sum fakfelag hjá meiri enn helvtini av starvsfólkunum í miðfyrisitingini hevur framtíðin hjá okkara limum sjálvandi okkara størsta áhuga.

Tí varð tað gleðiligt at hoyra, at arbeiðsbólkurin vil leggja dent á, at fakfeløg og aðrir viðkomandi partar verða tiknir við uppá ráð, so at øll sjónarmið verða væl lýst, áðrenn nýggjur bygnaður verður samtyktur.

Tí fortíðin ræðir.

Normann Christensen-miðfyrisitingin hevur verið fyri hørðum atfinningum, og kritikkurin móti skipanini hevur m.a. verið, at hoyringspartarnir ongantíð vóru tiknir við upp á ráð. At niðurstøðurnar vóru gjørdar longu frammaundan.

Tí var tað sera hugstoytt at hoyra Jørgen Niclasen, landsstýrismann í útvarpssendingini Radaranum mikudagin. Har sló hann fast, at dupultfunksjónir í miðfyrisitingini mugu og skulu burtur fyri at fáa meira fyri minni, og nevndi hann í hesum viðfangi journalirnar, bókhaldið og telefonmóttøkur sum dømi. Alt samalt arbeiðsøkir, sum Starvsmannafelagið varar av.

Hettar er beinleiðis í andsøgn við setningin hjá serfrøðingabólkinum, sum var at hoyra viðkomandi partar áðrenn niðurstøðurnar verða gjørdar.** Embætisfólkini í serfrøðingabólki mugu fáa frið at arbeiða, uttan at teirra yvirorðnaðu seta dagsskránna og gera endaligar niðurstøður fyri kanningarnar.

Starvsmannafelagið hevur verið á fundi við serfrøðingabólkin og ætla vit, at geva okkara íkast til ta hoyring, sum bólkurin hevur boðað frá at vera fyrst í komandi ári.

Politisku útmeldingarnar geva okkum hinvegin kensluna av, at tað kann gerast nyttuleyst at argumentera. At hoyringin bert er ein sjónleikur, tí at onkur hevur skriva niðurstøðuna frammaundan.** Júst sum í Norman Christensen-tíðini.

Útmeldingarnar eru samstundis ein ótrættakent jólagáva til tey meiri enn 70 starvsfólkini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum og sum starvast í miðfyrisitingini.

Her er talan um starvsfólk, sum eru upplærd í skipanini og eru so at siga skæddaraseymað til uppgávurnar. Avbjóðingin er at dubba tey til framtíðina, so at tey vera enn betri før fyri at loysa uppgávurnar, heldur enn at ræða tey við markantum útmeldingum um møguligar uppsagnir.

Vit fara staðiliga at heita á politisku skipanina um at geva serfrøðingabólkinum arbeiðsfrið. Frið til at gera sína kanningar og at draga viðkomandi sjónarmið í arbeiði, so at vit komandi summar fáa eitt skilagott uppskot til nýggja fyrisiting, sum verður okkum øllum at gagni.