Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samráðingarnevndin hjá Pedagogfelagnum var bjartskygd, tá hon 28. august fór á sín fyrsta fund í Fíggjarmálaráðnum at býta um krøv við mótpartin. Nú er myndin meira døkk, semingsmenninir hava lagt frá sær, og verkfall hóttir.

Semingsroynd miseydnaðist

Semingsmenninir hava í kvøld slept royndunum at fáa semju millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar. Tað verður tó onki verkfall hesumegin nýggjár.

Síðani mikudagin 4. desember hava semingsmenninir roynt at fáa semju um nýggjar sáttmálar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin. Men í kvøld góvu semingsmenninir skarvin yvir og løgdu frá sær.

”Nógv uppskot um loysnir hava verið uppi og vent, men nú halda vit, at allir møguleikar eru royndir, og tí síggja vit onki endamál við at halda fram”, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Onki semingsuppskotHóast semingsroyndirnar hava hildið á í út við 16 dagar, so varð ongatíð nakað ítøkiligt semingsuppskot lagt fyri partarnar.”Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at vit alla tíðina gera okkum púra greitt, at okkara leiklutur er at finna semju. Tí eiga vit heldur ikki at leggja eitt semingsuppskot fram, um vit ikki hava góðar grundir at halda, at tað kann fáa undirtøku. Tí annars kunnu vit framprovokera eina konfliktstøðu, og tað er júst tað, vit ikki skulu”, sigur Terje Sigurðsson.

Semingsstovnurin er nú úti úr myndini og fer ikki aftur til verka uttan so, at hann verður boðsendur av pørtunum. Tó hevur hann sambært semingslógini heimild at leggja upp í, áðrenn eitt hóttandi verkfall ella verkbann gerst veruleiki.”Ta støðuna havi eg tó ilt við at ímynda mær, tí vit hava sum sagt troytt allar møguleikar. Tí má okkurt nýtt koma á borðið, um vit av okkara eintingum skulu taka semingsroyndirnar upp aftur”, staðfestir Terje Sigurðsson.

Verkfall hóttirNýggja støðan merkir, at stríðandi partarnir nú standa at frítt at lýsa ávikavist verkfall og verkbann við fáum tíma freist.Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sigur tó, at tey ikki taka stríðsstig hesumegin nýggjár.

”Eg fari nú væl og virðiliga at kunna øll okkara álitisfólk um støðuna, og so mugu vit síggja beint eftir nýggjár, hvussu fram skal farast. Vit vóru nú komin har til, at vit kundu ikki slaka meira í nøkrum prinsipiellum viðurskiftum”, sigur hon. Maud Wang Hansen staðfestir, at ongin politikari – hvørki fyri land ella kommunu – hevur sitið við samráðingarborðið, síðani samráðingarnar byrjaðu 28. august.