Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar og Russland gjørt sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2014

Eftir tvey samráðingarumfør í ávikavist november og desember hava Føroyar og Russland 20. desember 2013 skrivað undir sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2014. 

Avtalan er á nøkulunda sama støði sum undanfarin ár, tó eru einstakar broytingar. Bulurin í avtaluni er framvegis botnfiskur í russiskum sjógvi og svartkjaftur í føroyskum sjógvi, men atlit er tikið til broyttar umstøður í fiskiskapinum og fiskasløgunum.

Føroysk skip kunnu í 2014 fiska 20.500 tons av toski, 1.800 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum í russiskum sjógvi. Í mun til avtaluna fyri 2013 er talan um eina lítla øking í botnfiskakvotuni. Toskakvotan er hækkað 500 tons, ímeðan hýsukvotan er lækkað við 200 tonsum. Føroyska rækjukvotan í russiskum sjógvi er økt við 1.000 tonsum.

Russisk skip kunnu í 2014 fiska 75.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Harumframt er møguleiki hjá russiskum skipum at royndarveiða á djúpum sjógvi. Í mun til avtaluna í 2013 er talan um eina øking av makrelkvotuni á 1.000 tons, ímeðan svartkjaftakvotan og royndarkvotan á djúpum sjógvi eru óbroyttar. Russisk skip fáa eisini atgongd at fiska upp til 25 % av tí kvotu, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi, í føroyskum sjógvi í 2014.

Seinastu árini eru nøgdirnar av sild í føroyskum sjógvi nógv øktar og eisini standa makrelur og sild saman part av árinum. Hetta hevur havt týdning fyri fiskiskapin eftir makreli í føroyskum sjógvi. Atlit er tikið til hetta í avtaluni fyri 2014, soleiðis at russisk skip fáa størri møguleika fyri at hava sild sum hjáveiðu í makrelfiskiskapinum í 2014. Samlaða hjáveiðan av sild kann í mesta lagi kann vera 10.000 tons.

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland er ein týdningarmikil avtala fyri báðar partar. Eg gleðist um at tað eftir eydnaðist pørtunum at koma á mál við eini skilagóðari avtalu fyri 2014 sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.