Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskar gerandisvørir eru 30 % dýrari enn í Danmørk og 71% dýrari enn í EF

Donsk bløð skriva í dag, at danskar gerandisvørur - í eini umfatandi kanning í EF – í prísi liggja 41% omanfyri øll hini.

Fyri nøkrum fáum vikum síðani fingu vit í føroyskum miðlum at vita, at føroyskar gerandisvørur kostaðu 30% meira enn tær donsku, so alt í alt kosta tær føroysku 71% meira enn í EF.

Hetta kann sjálvandi ikki vera rætt og kann als ikki góðtakast.

Men vit fáa sjálvdan annað enn ein slutur fyri ein slatur, tá vit gera vart við okkara ónøgd og biðja um eina frágreiðing: Landið er lítið, fjarstøðan er stór, farmaskipini sigla sum tey gera, oljan er dýr og so annað, ið funnið kann verða upp á í eini handavending. Men onki, eg endurtaki , onki av hesum er nakað nýtt. Undanførslur aftaná undanførslur. Og myndugleikarnir - nærum allir - spæla við, tí hetta eru eisini teirra politisku súlur.

Men í staðin fyri at spæla blindabukk, eiga teir at seta ein effektivan graskingarbólk til at endavenda øllum, ið hevur við handilslívið at gera, so neyðugar broytingar kunnu fremjast og eisini verða framdar øllum fólkinum at gagni.

Alternativið er, at vina- og kenningapolitikkararnir, ið altíð verja ólíkindini og tey múgvandi, fáa fótin til komandi val, og fólksins sonnu tænarar verða settir í teirra stað. Fyrr fáa vit ikki politiskt rættvísi har øll verða viðfarin eins.

Dagfinnur Danbjørg.