Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mundi verði dripin í fongslinum

Perla: Tó at Jens Arne hevur funnið sær nýggja unnustu, so skulu tey ikki sleppa at nýta samlívið saman, tí knappliga skulu øll leggja oyru til, at Jens Arne Kjærbæk hevur misbrúkt pappdóttrina, og tey, sum hava fylgt við minnast, at hendan dótturin var og vitjaði pápan, sum bæði var harðligur, og hevði gjørt seg inn á dóttrina seksuelt, men hesa seinnu skuldsetingina bleiv pápin spardur fyri. Oyggjatíðindi 1. Apríl 2011:

Hesa skuldseting arvaði so Jens Arne Kjærbæk, í staðin, tí nú høvdu bæði mamman og dóttirin, nakað at hevna, og tær gingu tí saman um hesa grundleysu skuldseting, sum er so ómetaliga ring at bera, tí misbrúk av børnum er bara nakað, eingin kann ella vil góðtaka, sigur Jens Arne.

Trupulleikin hjá Jens Arna er, at pástandurin er falskur, men hevur lygnin fyrst fingið fastatøkur í fólki, so er tað ikki til at sleppa av aftur við.

Tað var meðan Jens Arne Kjærbæk sat í fongsli, at tað rættiliga bleiv óhugnaligt, tí í donskum fongslum kann umdømi, sum barnalokkari, pedofilur, ella bara ein, ið ger seg inn á smábørn, kosta lív.

Her sat hann nú fyri at hava hótt fyrrverandi konuna. Hann kærdi dómin men hann fekk bara ein mánaða omaná at sita. Hann var tá eisini longu dømdur av fortíðini, og hetta varð eisini ein hørð tíð.

Útspillarnir høvdu valt at seta lus í skindpelsen” við at lata eitt orð ella tvey falla um, at í fongslinum høvdu teir ein pedofilan persón sitandi, og tað var, sum at rætta tarvi reyðan klút. Frá hesi løtu máttu Jens Arne berjast fyri lívinum.

Hann visti, at hinir fangarnir vildu venda sær í móti honum, men Jens Arne er ongantíð farin eftir hæli, tá tað hevur snúð seg um at verja seg sjálvan, og onkustaðnar visti hann, at setti hann seg ikki í móti, so kom hann ongantíð at fáa frið, og helst misti hann lívið í royndini at verja seg sjálvan.

Í donskum fongslum eru video-tól, tá so løtan kom, og fleiri gjørdu seg út til at fáa fatur í Jens Arna, var hann vápnaður, og bað teir bara koma. Hann tryggjaði sær, at hendingin fór fram undir video-tólinum, so seansan kundi verða filmað, skuldi hann doyð av hendingini.

Men álopsmenninir bakkaðu. Kortini mátti Jens Arne alla tíðina vera vakin fyri, at næsta álop kundi henda. Hetta var strævið, og helt ikki í longdini, og tá ið hann hevði gott samband uttanfyri rimarnar, ið samstundis høvdu tak á teimum innanfyri rimarnar, so fekk hann greitt frá, at skuldsetingin um pedofeli var ein plantað lygn fyri at fáa hevnd, og at gera lív hansara í fongslinum so súrt sum møguligt, og tann boðskapurin skuldi vísa seg at vinna frama.

Tað næsta, sum nú hendir er, at Jens Arne, fær vitjan av øðrum fangum. Hann ivast ikki í, at hann nú aftur skal berjast fyri sínum lívi, og gjørdi seg eisini til reiðar at taka í móti fyrstu riðini av álopsmonnum, men har hendi onki. Í staðin fekk hann eina umbering, tí tá var neyðarrópið, hann hevði sent út til vinirnar, komið innaftur í fongslið, sum ein australsk bommerang.

Kvinnan, sum Jens Arne, nú livdi saman við, helt ikki, at maðurin kundi gera annað enn royna at melda hesa útspilling til løgregluna fyri at koma hesum til lívs, og tað gjørdi hann so, men hetta skuldi hann ikki havt gjørt, tí nú fekk hann tíðiliga at føla, at hann hevði ongi rættindir, sum persónur.

Aftaná at hava meldað hesa útspilling, fekk Jens Arne, fína vitjan í fongslinum av einum kriminalpolitisti. Hann royndi, sum frægast at greiða frá upphavinum til slaturin um pedofeli, tá dóttirin hjá fyrrverandi konu hansara vitjaði pápan, sum hevði verið harðligur, og gjørt seg inn gentuna seksuelt, men at ongin gjørdi nakað við hendan partin, og so arvaði hann sjálvur lygnina.

Men Jens Arne kundi spart sær. Tað endaði við, at hann fekk dóm fyri at hava hótt politistin, og fyri at hava hótt fyrrverandi kvinnuna, sum hann hevði liva saman við. Hann bleiv sostatt fasthildin í lygnini. Tað tryggjaði løgreglan, og dómsvaldið. Hann hevði sostatt ikki somu rættindir, sum onnur.

Men tá hendan kvinna bleiv konfronterað við lygnini um, at Jens Arne, var login pedofilur, og skuldi hava gjørt seg inn á hennara dóttir, varð sett í bakgear. Knappliga hevði kvinnan ongantíð skuldsett Jens Arna, sum bara hevði verið ófólkaligur/ónærisligur í móti dóttrini. Hann hevði sostatt ongantíð gjørt seg inn á dóttir hennara seksuelt.

Soleiðis varð Jens Arne Kjærbæk, login pedofilur, og mundi verðið dripin í fongslinum.