Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

“Eitt er í vatni, annað er í sjógv, fært tú meg, tá hevur tú nógv”

29. Mai 2014

Eitt vatn er ikki bara eitt vatn. Tignarstigið hjá vøtnum, løkum og áum er ymiskt, alt eftir hvussu tú og eg eru samanskrúvað á ymsu mótunum. Trúgv og staðbundin kensla avgera m.a. hvussu tín innara sjón pallsetur tey ymsu høpini. Vit, sum onkursvegna eru modellerað samsvarandi kristnu læruni, hava ta fatan, andaliga borin, at Genesaretvatnið hevur mestu tignina, ja, so livandi kundu frágreiðingarnar í sunndudagsskúlanum mangan vera, at tú hugsaði í øðrum tonkum, at júst hetta vatnið var har sum tú vart ella øvut. Ei dáni í, at svenski forsætisráðharrin í eina slaka fjórðingssøld, Tage Erlander, heimafturkomin eftir eina almenna vitjan í Ísrael, segði tíðindamonnum í Svítjóð, at hann á ferðini m.a. hevði vitjað Sunnudagsskúlasjógvin. Vatn, sjógvur ella hav.

les meir

Fyrsti Kleinurin var fúti: Hann bollaði uppí arbeiðskonuna

29. Mai 2014

Aðrastaðir í blaðnum er grein um vitjanina hjá Erik og Merab Klein, sum hava verið í Føroyum og kunnað seg um røturnar, og tað er ikki heldur heilt uttan áhuga, sum tey bæði hava fingið at vita um ættarbondini.

les meir

Poul Michelsen: Vit fara á flog Kristi Himmalferðardag

29. Mai 2014

Vit fara 104 fólk úr Føroyum og 12 fólk úr Keypmannahavn. Túrurin kostar millum 650 – 700 túsund, sum fyritøkan hevur spart upp til seinastu trý árini, sigur Poul Michelsen.

les meir

Sel ognina beinleiðis á netinum

28. Mai 2014


Herfyri varð nýggj tænasta frá Vinnuvitan Sp/f, sum eisini eigur og rekur Vinnuvitan.fo, latin upp á netinum. Talan er um ein marknað fyri keyp, sølu og útleigan av ognum.

les meir

KVF pástendur uttan dokumentatión!

28. Mai 2014

!Tað ber ikki til siga, at teir pástanda móti betri vitan, tí teir vita kanska ikki betri.30 januar viftaði Jan í KVF við nøkrum vøruseðlum, og pástó, at Jørgin tók vørur út aftaná 1992, sum Jørgin annars segði, steðgaði tá hann fekk at vita, at felagið ikki hevði tollkredit. Enntá vóru KVF so raskir at teir løgdu okkurt av hesum út á heimasíðu sína. Harav var okkurt, sum var á goymslu. T.v.s. ikki tikið út av goymsluni. Men tað manglaði at tolla. Men tað sum Jan segði, var at Jørgin hevði tikið vøruna út av goymsluni. Tí segði Jan ósatt!

les meir

Áheitan viðvíkjandi tilfeingisgjaldi

28. Mai 2014

Manningarnar á føroyskum fiskiskipum vilja hervið heita á landsins myndugleikar um at umhugsa av nýggjum, hvørt tilfeingisgjald framhaldandi eigur at verða lagt á fiskivinnuna ella partar av henni. Vit meta at talan er um ein órímiligan og óproduktivan eykaskatt, sum hvørki er burðardyggur ella gagnligur fyri samfelagið, og sum samstundis kann umboða eina hóttan móti tilverugrundarlagnum hjá fiskivinnuni.

les meir

Nú má arbeiðsfriður valda í samgonguni

28. Mai 2014

Løgmaður og Sambandsflokkurin eigur ikki at góðtaka, at ein landsstýrismaður er undir áhaldandi skuldsetingum í einum tollmáli, sum er lýst og greinað væl í fjølmiðlunum.

les meir

Tað kemur ikki uppá tal at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum

28. Mai 2014

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum, fyrispurning viðvíkjandi sambýlisplássum í Vágum, eftir grein 52a í Tingskipanini.

les meir