Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrsti Kleinurin var fúti: Hann bollaði uppí arbeiðskonuna

Aðrastaðir í blaðnum er grein um vitjanina hjá Erik og Merab Klein, sum hava verið í Føroyum og kunnað seg um røturnar, og tað er ikki heldur heilt uttan áhuga, sum tey bæði hava fingið at vita um ættarbondini.

Grein í Oyggjatíðindum, 17. August 2012:

Og fín, og kanska eisini eitt sindur tignarlig mugu vit siga, at byrjanin er, tí aftaná Christoffer 1655-1670 og Frederik Gabel 1670 - 1708, sum ikki altíð høvdu so gott orð á sær í Føroyum, kemur Jørgen Christian Klein, at vera fúti í Føroyum. Hann er týskari ella av týskari ætt. Hetta er í 1709-1715.

Aftaná honum kemur so Didrik Markussen, at vera fúti í Føroyum.

Men ein annar ættfaðir var Guttormur í Múla, sum vit líka skulu nema við. Hann skuldi vera løgkønur, men eisini duga gand. Um hann sigur søgan væl frammanundan, sum Pól á Kletti, hevði leitað fram í tíðargrein fyri einum ári síðani:

Tað var vanligt tá í tíðini, tá ið Guttormur festi, at menn lótu meiri festipengar enn lógin ásetti, fyri at teir kundu sleppa at festa. Longu í 1671 keypir Guttormur eina hálvmørk í Kunoy, og tá má hann hava verið heilt ungur maður. Skiftið eftir Guttorm í Múla vísir, at hann var av ríkastu monnum, og meginpartin má hann hava arvað, áðrenn hann fekk festið í Múla.

Til dømis eigur hann slakar fýra merkur av ognarjørð í Múla, og tær má hann so hava arvað - og tað helst á ungum árum, tí pápi hansara doyði meðan hann var smádrongur í 1663/64. Tað er tí góð grund til at halda, at Guttormur er komin í Múla fleiri ár áðrenn hann festi kongsjørðina í 1679.

Tað má hava verið ein stuttleiki hjá fútanum, Christoffer Heidemann at lata festið til størsta ognarmann í bygdini; ein maður, sum átti fýra merkur í ogn, skuldi altíð verið førur fyri at gjalda leiguna - og reiðiliga tað - av 2½ mørk av kongi. Rasmus í Haraldssundi var deyður fimtan ár frammanundan, og skiftið eftir hann man hava verið frá hondini, tá ið Guttormur festir í 1679. Longu tá er hann verðsliga sæð høvur fyri bygdina og ræður yvir næstan 7 av teimum tilsamans 10 merkrunum í bygdini.

Men eisini andaliga skaraði hann framúr; dugdi bæði at lesa og skriva og átti mangar bøkur, m.a. eina lógbók. Ikki at undrast á, at ikki er grett um annan mann í Múla enn Guttorm, ta tíð, hann livdi; allir aðrir eru fánaðir burtur í hansara glæmu. Guttormur í Múla er ein sjáldsamur maður við framúr góðum gávum, og eisini meira fjølbroyttum gávum enn flestu aðrir merkismenn í søgu okkara.

Á sjónum er hann av gløggastu monnum; heima góður bóndi, lógkønur, fleiri ferðir dómari í jarðartrætum, væl lisin í bíbliuni og øðrum heilagum lestri, men samstundis fullkønur í øllum »heidnum fjandanskapi« - eitt nú gandi, at mana, leggja niður sjógv o.s.fr. Ein dag tekur hann hulduneyt ella -seyð í haganum hjá sær ella berjist við teir fornesku, sum gera seg inn á hann. Næsta dagin eru tað meira eyðsýnd mál, hann tekst við, t.d. mjøl- og ullarprísir við einahandilin.

Ein dag verður hann boðsendur at koma til Skælings at hjálpa bóndanum har, tí hann missir øll neytini á básinum og finnur ein saksapart. Nú er gátan loyst, sigur Guttormur, tekur saksapartin burtur haðani og so doyðu ikki fleiri neyt.

Komin aftur av ferð kring landið í »gandaørindum«, liggja boð fyri honum at fara niður til kongs upp á landsins besta - at fáa hann at bøta um tey ringu kor, sum tá vóru í Føroyum. Guttormur var ein av teimum heilt fáu, sum vann upp land hin minniliga dagin, tá ið hálvthundrað bátar gingu burtur.

Meðan neistar og eldur drivu niður eftir bakinum, smýgur hann millum skaðasjógv og íðubrot inn undir land til hann fær lívd av gomlum gróti. Men nakrar dagar seinni situr hesin okkara ókrýndi kongur í gandakynstri sum dómari í rættinum, lurtar og vigar sakliga orðini, sum framborin verða í sakini og ber tey saman við tað, sum lógin ásetir.

»Tað kundi verið so óendaliga nógv at sagt um henda merkismann, men her skal bara verða nevnt,« sigur J. Símun Hansen í »Tey byggja land«, »at hann er okkara besti umboðsmaður fyri eitt tíðarskeið, har tað, vit kalla nátúrligt og ónátúrligt hevði eina heilt aðra meining.

«Víst er tað so, at Guttormur var lógkønur maður og stundum settur at døma onnur, men tað hendi eisini, at hann sjálvur mátti taka við dómi.

Tað var einaferð, tann góði maður hevði start seg so blindan í eini gentu á Skálatoftum, at hann púra gloymdi sætta boð í Móselóg. Kona hansara Billa var eisini komin í rættin henda dagin, og hon legði ikki fingrarnar ímillum.J. Símun Hansen heldur Guttorm vera føddan um 1657, og at tað soleiðis fer at passa, sum søgnin sigur, at hann var sjey ára gamal, tá ið pápin, Rasmus í Haraldssundi, doyði í 1663/64.

Um 1680 giftist hann við Billu Jógvansdóttur; hon skuldi vera úr Mykinesi. Tey fingu átta børn - fimm døtur og tríggjar synir.

Ættarsøgan hjá Erik Klein er eisini áhugaverd, tí hon veit eisini at siga, at táverandi fútin, var Jørgen Chr. Klein, sum var av týskari ætt . Hann var saman við fleiri landsmonnum, boðsendur at arbeiða í donsku umsitingini, sum tá var sera veik. Paradoksið í dag er bara, at donsk umsiting er uppaftur veikari í dag.

Men hesin Jørgen Chr. Klein hevði eina arbeiðskonu, sum bleiv við barn. Hetta var sum sagt, í 1709. Arbeiðskonan, sum helt hús og búði hjá fútanum, hevði drong, men tá ið barnið var føtt, vísti tað seg at vera ein vælskaptur drongur, sum bleiv uppkallaður eftir fútanum, Jørgen Chr. Klein.

Fútin skuldi vera so takksamur, at hann gav arbeiðskonuni og drongi hennara eitt festi í Kollafirði, men har trivust tey bæði ikki, men fútin var gávumildur, og gav teimum báðum eitt festi á Strondum, og harfrá spretti Klein-ættin út um landið.

Paradoksið má eisini sigast at vera, at fútaembætið síðani hevur lagt seg eftir at forfylgja blaðstjóranum, Dan Klein, og hevur eisini fongslað mannin fyri falskar ákærur, og úttalilsi hjá øðrum persóni.

Turrisliga og ironiskt, sigur Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum: Ja, eg visti tað altíð. Eg átti at gjørt krav uppá fútaembætið, so kanska eitt sindur av fantilsi vildi verið í gallskapinum.

Fyrsti Klein´urin var so í hvussu so er fúti og týskari, og kanska var hann eisini jødi, tó at tann parturin er ikki staðfestur, og ein forfedri var bæði lógkønur og gandakallur. Ikki eiti á.

-----

Men aftaná hesa greinina, sum var í blaðnum 17. august 2012, ljóðar, at familjubondini til Guttormur í Múla, ikki eru so sterk; kanska heldur ikki veruleiki, men tankin er kortini áhugaverdur, men familjubondini til Jørgen Chr. Klein, fúta, eru í hvussu so er veruleiki.