Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Eitt er í vatni, annað er í sjógv, fært tú meg, tá hevur tú nógv”

Tórbjørn Jacobsen:

Eitt vatn er ikki bara eitt vatn. Tignarstigið hjá vøtnum, løkum og áum er ymiskt, alt eftir hvussu tú og eg eru samanskrúvað á ymsu mótunum. Trúgv og staðbundin kensla avgera m.a. hvussu tín innara sjón pallsetur tey ymsu høpini. Vit, sum onkursvegna eru modellerað samsvarandi kristnu læruni, hava ta fatan, andaliga borin, at Genesaretvatnið hevur mestu tignina, ja, so livandi kundu frágreiðingarnar í sunndudagsskúlanum mangan vera, at tú hugsaði í øðrum tonkum, at júst hetta vatnið var har sum tú vart ella øvut. Ei dáni í, at svenski forsætisráðharrin í eina slaka fjórðingssøld, Tage Erlander, heimafturkomin eftir eina almenna vitjan í Ísrael, segði tíðindamonnum í Svítjóð, at hann á ferðini m.a. hevði vitjað Sunnudagsskúlasjógvin. Vatn, sjógvur ella hav.

Teir gomlu róptu vatnið Mare Galilea, men føroyingar hava hildið, at vatn var eitt flógvari heiti enn sjógvur og hav. Kanska av beiskum royndum á egnum leiðum og á teimum havleiðum, har vit í sveitta og stríði og við mongum látum hava roynt at lívbjargað okkum í oyggjunum. Genesaretvatnið liggur væl undir sævarmálanum í Miðjarðarhavinum, men kortini er hetta lívæðrin hjá statinum Ísrael. Haðani fáa teir – ísraelar – stóran part av drekkivatninum, annars rennur vatnið oman eftir hini møku Jórdanánni, og haðani aftur oman í hitt saltsprongda Deyða havið, heimsins lægsta fløta, har svávilroykur og eldur einaferð skuldu foykja syndina, og býirnir Sodoma og Gomorra vórðu lagdir í oyði.

Um jóltíðir, fyri góðum fýra árum síðani, stóðu vit báðir Andrias heimi í Túni og lenaðu okkum niður á eitt stakitt framvið Jórdanánni. Har var ongin taraskógur, men runnavøksturin toygdi seg ístaðin niðan og upp frá áarbakkunum og sevleggirnir hevjaðu seg til himins úti í áarstreyminum. Vit kendu okkum sum at vera back to basic. Onkur hevur tikið tráðin upp eftir Jóannesi Doypara, tað eru tey sum ynskja skírnina júst á hesum staði, eisini hendan dagin, men tað broytir bara tey sjálvi og kringumstøður teirra, ikki allan heimin, sum tá ein timburmaður úr Nazaret valdi at leggja seg í hendur hins Almáttuga um hesar leiðir. Andrias er hugfarsligur maður, og tá eg legði merki til nakrar sjáldsamar fiskar, sum svumu framvið okkum, við øgiligum stapum fram úr kjaftinum, eitt slag av havbiologiskum skeggvøkstri, ið vóru til longdar sum kroppurin á teimum, tá sigi eg við hann: “Andrias, tú hevur landað so leingi á Fiskamarknaðinum á Toftum, at tú átti at vita, hvør hesin fiskurin er?” Í einum splittsekundi spekuleraði hann óført, men so kom svarið, einum stórskemtara so líkt: “Áh hatta, hatta er ein skeggbrosma.”

Skeggbrosman í Jórdanánni munar lítið aftur ímóti nykinum, sum skal vera sæddur við mong vøtn í Føroyum. Eisini her við Toftavatn. Eitt djór í dulvitinum, í hvussu er í okkara tíð, sum meiri kanska átti at verið gjørt burturúr. Í hvussu er hava skotar fingið allan heimin at hugsa um Nessie, ódjórið, sum sigst svimja undir vatnskorpuni og aðrar tíðir krýpur fram eftir botninum á Loch Ness vatninum, og sum bara onkuntíð, rárasta hending sigst, stingur fjesið undan, fyri síðani at hvørva aftur, mýtan skal jú liva og yvirliva. Nykurin sigst vera vandamesti skapningurin, sum vit hoyra um í sagnum okkara. Vísa er yrkt um hann. Eigur megina sum kamæleónin at broyta outfittið alt eftir tørvi. Hann hevur haruoyru, hundakjaft, fjaðrar sum síl, labbalíkar hendur, fitjur á bakbeinunum og halin er sum á álli. Hálur, vildu vit sagt um hann, var hann í mannalíki. Hann evnar skapið sítt, alt eftir hvat ið tú og eg vilja síggja, ein sjálvsíbygdur gandamáttur, tað ræður jú um at tekkjast, fyri at vit í tølanini setast á rygg hansara og fara til botns saman við honum. Bara um tú ákallar hann við rætta navninum, sleppur hann endanum.

Um nykurin er orsøkin er ikki til at siga, men vit glyvradreingir komu at kalla ongantíð um hesar leiðir. Tað varð ikki akað í bilum sum nú, teir vóru næstan ikki til, kanska var bara hin eini bilurin á Glyvrum, tá eg var smádrongur. Tí hevur teinurin verið lutfalsliga drúgvur út higar. Kortini minnist eg, at javnaldrarnir í barnaskúlatíðini, higani uttan, tosaðu nógv um allar tær góðu løturnar við Toftavatn, táið teir veiddu síl og svumu á vatninum. Kanska høvdu teir onkran flakan eisini, sum teir róðu út á sílamiðini við. Kanska hava vit innari verið nakað serir, heldur heimføðisligir, í okkara egna universi. Fjøran, har vit spældu, róðu á flakum og svumu. Fótbóltsarenurnar á Hvannadeildini og í Langanesgerðinum. Hagin, á Grunnistjørn og yvir á Dal. Og ikki at gloyma Gjógvin, sum bygdarnavnið gongur av, eitt eldorado, har so mangt bar til. Seinri kom vøllurin omanfyri skúlan á Glyvrum, og uppaftur væl seinri fótbóltsvøllurin úti við Mýrarnar, og tástani kom meiri savning ímillum bygdarnar, sum seinri gjørdust ein býur.

Minnist onkran fótbóltsdyst, sum vit glyvradreingir, í onkrari sínámillum fyriskipaðari kapping, á einum fløtti í gerðinum hjá Peturi Hammer, har inni við Løkin, hava leikt ímóti uttandreingjum av Toftum, Nesi og Saltnesi, men yvirum røðina vestanfyri, omanfyri okkum, var ikki tað stóra samskifti, tað lá kanska í tíðini, kommunan var jú gingin sundur í tvinnar lutir. Tá kann nýliga ákomið misljóð forða fyri skilinum hjá báðum pørtum. Í afturhvarvinum var hetta ivaleyst til fyrimunar fyri báðar partar kortini. Menning spratt á báðum mótum í tíðini eftir hetta, men einaferð dagar skilvísi aftur burturúr tí, sum kann tykjast sum kaos eina løtu, og fólk báðumegin politiska stikið duga at síggja, at hóast matrikkulin er hvør sín, so ræður um hjá góðum grannum at samstarva á økjum, sum eru til frama fyri báðar partar. Júst tann savningarmegin hevur hesi seinastu árini staðið, og stendur áhaldandi, í fagrasta blóma - til fyrimunar fyri alt og øll.

Gøtan fram við innara vatninum og niðan ella oman av Svangaskarði er eitt prýðiligt dømi um hetta. Takk fái tann vísi knokkur, ið fekk hugskotið, tí hetta er eitt satt vælsignilsi fyri økið og okkum, sum búleikast um hesar leiðir. Vatnið dregur nú sum nykurin, men eigur ikki í sær annað enn veruligan vakurleika, har til ber at koma aftur til tað, sum einaferð var, eina bera og blektaða natúru, við tí floru og faunu sum hartil hoyrir. Skal ikki siga, at Toftavatn í verandi líki eigur í sær sama mátt sum Central Park hevur fyri tey, sum búgva í tættbygda metropolinum New York, men onkursvegna er hetta eitt lunga í natúruni, eitt andingarhol, burtur frá javna og sjóðandi akstrinum allan sólarringin á vegum og strætum innari og uttari. Tá tú stoytir teg oman av Skarðinum ella kemur tvaggandi framvið Løkinum úteftir, gert tú eina pakt við natúruna. Við ær og lomb, dunnur, svanar og enntá við hina illa kendu grágásina.

Sagt verður, at menniskjað livir ikki av breyði eina. Størri sannleiki er tað, at vit als ikki fáa livað uttan vætu og vatn. Meiri enn helmingurin av mannakroppinum er vatn, og heldur størri er lutur tess á jarðarskorpuni. Tað kann vera orsøkin til, at drátturin úr vatni og frá feskum vøtnum kenst so ovurstórur, eisini tí hevur hesin nýskipaði infrastruktururin kring Vatnið, sum gjørdi tað meiri atkomuligt, verið ein ovurstórur vinningur. Sum við Genesaretvatninum hevur Toftavatn eisini verið ein kelda til húsarhaldini og ídnaðin í økinum, eitt bassin til at taka, tá trot er í keldum, løkum og áum.

Í fjør kom so undan kavi fyri almenninginum, at mín gamli kennari og skipsfelagi, Símun Nónklett, í longri tíð hevði fingist við at gera eina standmynd í túninum hjá sær sjálvum. Motivið var ein seyðamaður og hundur hansara. Lítillátni musikarin við góðu gávunum hevur nógv inni við seg sjálvan, onki reyp og roks og rokan, og hann vildi, at heiðurin skuldi diffirentierast, lutast sundur, á upphavsplátuni skuldi bara standa Símun og vinmenn, hóast vinmenninir fyri tað mesta hava gingið honum til handar, - væl veri teimum fyri tað. Í dag fegnast vit um hesa gávuna, hann lat økinum og kommununum báðum, og serliga í sosialum miðlum síggja vit nú tíðum, at fólk verða avtikin – fotograferað – upp at seyðamanninum, sum slotar og skoðar niðan á røðina, fyri at vita, um fár hansara trívast ella um tey kanska eru farin av haga.

Nýggjar tíðir nýggir siðir. Í hesum døgum fer størsta verkætlanin í søgu landsins í undirstøðukervi úr barkastokki. Ítøkiliga er nú ætlanin at knýta Suðurstreym og Eysturoy saman við einari smogu undir Tangafirði. Ein skilagóð ætlan, ið sjálvandi fer at seta nøkur krøv til tey, sum ráða fyri borgum, eisini í mun til umhvørvið, ið kemur at liggja uppat hesi nýggju ferðslurás. Tað skal vera mín vón, at økið kring okkum, her sum vit nú standa, verður skánað sum mest, tí hesa gávuna fáa vit bara einaferð.

Skomm at siga frá, so gekk eg ikki um Toftavatn fyrrenn sum vaksin maður. Helst hevði eg gingið ein longri tein framvið Genesaretvatninum fyri tað. Kenslan av, at menniskjað ikki enn hevur skammfílað Guðs natúru, er hin sama í báðum støðum. Okkurt frumkent, sum er so sjáldsamt í hesum vælferðartíðum, har tøknin fær alt meiri takholt á individinum, ja, er um at køva tað í einum áður ókendum miðlabombardementið úr øllum heraðshornum, og frá loftsnældum, dyggari og lakari.

Nú fer ikki vikan, at ein túrur ikki verður gjørdur eftir gøtuni, og man kennir seg aftur í frásøgnini hjá Viderø: “Eg gangi mær suðureftir fram við vatninum; sama deyðakyrd allan vegin. Í Betsajdu sessist eg niðri við sævarmálan og lýði á smáøldurnar, ið bera við strondina, eins og teskandi um gamlar dagar, tá strondin var avtakin bátum, og útróðrarmenninir fingust við nótir og net, og tá roykur stóð upp úr hvørjum hroysi, og børnini leku sær um geilarnar, etandi livurmagar og rognadrýlar, og møður stóðu úti fyrir durum lítandi sælar út yvir bygdina og vatnið og spjallaðu um hin stórmerkiliga træsmiðin frá Nazaret, sum kundi siga monnum, hvar teir skuldu fanga fiskin og kundi betur enn nakar formaður í Betsajdu at stýra báti í ringum sjógvi; ja, hann havdi javnvæl mettað margar túsundir manna með nøkrum fáum smáfiskum; men tað vakti bæði sorg og furdu, at hinir vænligastu ynglingarnir og bestu útróðrarmenn í bygdini skuldu fara frá øllum og binda felag við mann, sum einki gjørdi og átti ikki tak yvir høvdið og prísaði fátækar sælar og beyð monnum at liva, sum blómur og fuglar, onga áhyggju gera sær um mat.”

Lívið krevur av okkum, at vit eru sum línudansarin, at vit onkursvegna megna javnvágina ímillum materiuna og andan. Annars rógva teir framvegis út á Mare Galilea, og helst hevur tað verið ein greipa av pætursfiskinum, sum Jesus mettaði mannahópin við, afturvið breyðunum. Júst hesin fiskurin fæst bara her og í Victoria sjónum í Afriku, tí halda menn, at okkurt samband hevur verið harímillum í tíðarinnar frumtoku. Eftir at vit fyri fýra árum síðani høvdu gingið fram við vatninum, undir líðini har Fjallatalan, hon sum setti tann vesturlendska moralska og etiska standardin, heilt fram í okkara dagar, varð flutt fram, koma vit umsíðir til eina matstovu í útriðini av Kapernaum. Vit báðir Andrias eru aftur í lag, sita við sama borð, og hann ræður okkum staðiliga frá at bíleggja hendan pætursfiskin úr Genesaretvatninum, tí hann var ikki etandi fyri størri og smærri beinum. Tey stóðu sum tindar í rívu undir gómanum og niður ígjøgnum vælindini, tá tímin var komin til at siga manga takk. Hann hevði roynt hetta tríati ár frammanundan, tá hann var á somu ferð saman við fastrini Karolinu og Peturi presti. Vit taka ikki við ráðum hansara, og bíleggja okkum hvør sín stoktan pætursfisk, og tá hetta ikki er øðrvísi enn skrubba at skilja kjøt frá beinum, orði eg hetta við Túnamannin. Skemtandi heldur hann tá fyri: “Ja, men so man Darwin hava verið uppi í leikinum við síni menningarlæru, tí her er hent okkurt álvarsligt við hesum fiskinum, síðani seinast !” Helst skal evolutiónin hjá Darwin hava eitt rúmari skotbrá enn hetta, men líkamikið, latið okkum fara væl um hesa perluna sum Toftavatn er, og lat ikki bráðkomnan materiellan tørv gera innrás og inntriv í tað, sum eisini skal vera eitt neyðugt andingarhol hjá eftirkomarum okkara.

Eftir er bara at ynskja tykkum øllum eitt gott og vælsignað summar.