Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Michelsen: Vit fara á flog Kristi Himmalferðardag

Vit fara 104 fólk úr Føroyum og 12 fólk úr Keypmannahavn. Túrurin kostar millum 650 – 700 túsund, sum fyritøkan hevur spart upp til seinastu trý árini, sigur Poul Michelsen.

Grein í oyggjatíðindum 16. mai 2014:

Í seinastu viku avdúkaði blaðið, at PM fyritøkan hevur gjørt nógv burturúr, at markera hesi 40 árini, sum heilsøla. Ikki færri enn 104 fólk eru boðin við á hesi føðingardagsferð til Írland.

Sambært keldu er ætlanin at vera í írlandi í nakrar dagar, tá tey flúgva heimaftur við Airbussinum, við einari uppliving fyri lívið í viðførinum.

Í blaðnum fríggjadagin náddu vit ikki at fáa viðmerking frá Poul Michelsen, áðrenn blaðið varð lagt út á netið, men hann hevur kortini hesa viðmerkingina:

Í samband við okkara 40 ára føðingardag gjørdu vit av - fyri trimum árum síðan - at vit skuldu bjóða okkara starvsfólkum við makum og nøkur fyrrvernadi starvsfólkum ein túr til útlandi. Avgerin fall á Dublin vit fara Kristi Himmalferðardag( vit hava hvørt ár útferð fyri starvsfólk við makum og børnum ) Tað er bert fólk sum hava tilknýti til felagið, sum er boðn við.

Vit fara 104 fólk úr Føroyum og 12 fólk úr Keypmannahavn (fyrrverandi starvsfólk), sigur Poul Michelsen. Hann vísir á, at tey vera 3 dagar í Dublin - hósdagin er innkvartering og okkurt spontant, fríggjadagin fyriskipa tey útferðir og øðrum áhugaverdum. Um kvøldi hava vit føðingardagsveitslu - leygardagin eiga fólk til egi brúk - og sunnudagin fara vit so heim aftur.

Ein rættuliga stórur partur av okkar starvsfólkum hava arbeitt hjá okkum í nógv ár og eiga stóran part av ærðuni fyri at felagið er har tað er í dag. Tey Starvsfólk vit hava í dag gera eitt megnar arbeiði og eg eri sannførdur um, at ongin hevur betri starvsfólk enn vit. vit - Sólrún og eg - eru bara takksom.

Starvsfólkapleyga er sera týdningarmiki - ein skal hugsa at trivnaður er sera avgerandi partur av áhuga og ídni, men tað skal gerast í dagligdegnum. Ferðin til Írlands er ein føðingardagsgáva til okkum øll í starvast í og kring PM, vísir Poul Michelsen á.

Um kostnaðin av túrinum, sigur stjórin, at hann kostar millum 650 - 700 túsind, og at tey hava spart peningin upp til høvi í 3 ár.

Poul Michelsen, PM-stjóri:

Vit fara á flog Kristi Himmalferðardag.