Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áheitan viðvíkjandi tilfeingisgjaldi

Føroya Løgting

Løgmaður

Føroya Landsstýri

Tórshavn tann 27. mai 2014.

Manningarnar á føroyskum fiskiskipum vilja hervið heita á landsins myndugleikar um at umhugsa av nýggjum, hvørt tilfeingisgjald framhaldandi eigur at verða lagt á fiskivinnuna ella partar av henni. Vit meta at talan er um ein órímiligan og óproduktivan eykaskatt, sum hvørki er burðardyggur ella gagnligur fyri samfelagið, og sum samstundis kann umboða eina hóttan móti tilverugrundarlagnum hjá fiskivinnuni.

Bakgrund

Fiskimenn fegnast um at áhugi tykist vera fyri vinnuni í almennum kjaki, men eru tó hugstoyttir av tí ráki sum tykist vilja tileinkisgera ella minka um virðið á okkara arbeiði og harvið eisini virðið á øllum tí sum fleiri ættarlið hava lagt í at uppbyggja ta føroysku fiskivinnuna. Tað tykist í hesum sambandi mestsum burturgloymt at samhaldsfesti, ágrýtni og góður sjómansskapur hava verið og framvegis eru hornasteinar undir okkara virksemi. Tann føroyska fiskivinnan er ikki komin sovandi til vunnin veiðirættindi, og hesi eiga á ongan hátt at verða tulkað sum gávugóðs frá tí almenna.

Uppisjóvarflotin

Nakrir persónar hava givið til kennar ónøgd um at skip og bátar ikki rinda meira pening fyri at sleppa at fiska. Ført hevur enntá verið fram at uppisjóvarflotin drenar samfelagið fyri risastórar upphæddir. Ikki skuldi verið neyðugt at víst á at tann føroyska fiskivinnan yvirhøvur, ikki minst uppisjóvarflotin, hevur brúkt sítt fíggjarliga avkast til at styrkja um vinnuna, endurýggja flotan og skapa arbeiðspláss til gagns fyri samfelagsbúskapin. Árið 2013 var sambært Hagstovuna nýtt metár hvat viðvíkur føroyskum útflutningi av fiskavørum, sum kom upp á 5,774 milliardir krónur íroknað alifisk umboðandi slaka helvt. Tíverri er tó politiskt farið undir at revsa partar av fiskivinnuni sum í løtuni standa seg væl, við eykaskatti undir heitinum tilfeingisgjald.

“Ogn Føroya fólks”

Drívmegin fyri at innføra nevnda tilfeingisgjald tykist heintað úr Løgtingsins staðfesting um “ogn Føroya fólks” – ein orðing ið hevur verið brúkt sum jarnbrot til at krevja avgjald av fiskivinnuni fyri rættin at veiða fisk. Í trúgv á at hetta man best tæna samfelagnum og landskassanum, tykist endamálið vera at gera tað dýrari og minni lønandi fyri fiskimenn at arbeiða. Her kundi hóskandi verðið spurt hví orðingin “ogn Føroya fólks” ikki eisini verður knýtt at øllum ognum hjá tí almenna, um so er at orðingin merkir at tað almenna er eigarin – og tað man vera ætlanin við orðingini, eftirsum tað er landið ið umsitur okkara fiskirættindi. Skal “ogn Føroya fólks” soleiðis tulkast sum krav um at landið má taka mest møguligt av gjaldi í fyrsta liði fyri veiðirættindi, so er orðingin í stríð við áhugamál samfelagsins og eigur tískil at verða strikað ella broytt.

Tilfeingi

Hvussu verður hugtakið “tilfeingi” brúkt í fiskivinnupolitiskum høpi? Ein málburður hevur stungið seg upp sum tykist merkja at fiskur er at meta sum olja og gass ella mineral og annað tilfeingi ið einans kann verða útvunnið í avmarkaða tíð. Hetta er bæði óheppið og misvísandi, við tað at fiskurin endurnýggjar seg áhaldandi og tí heldur eigur at verða samanborin við t.d. gras og aðrar plantur. At javnstilla endurnýggjandi við ikki-endurnýggjandi tilfeingi er ein blindgøta, tí har er ein grundleggjandi munur. Tað at fáa fisk til høldar kann ei heldur samanberast við vanligt innkeyp av rávøru í øðrum vinnum, tí vinnuligt fiskarí ber í sær serstakliga høgan váða og nógvar óvissur – einans fá fiskireiðarí hava víst seg at yvirliva í longri tíð. At leggja tilfeingisgjald á fiskiveiðina er at økja um váða og óvissu, og er hvørki skilagott ella rímiligt; ei heldur tykjast mong dømi at finnast kring heimin har hetta er roynd í verki við sannførandi úrslitum.

Atgongd

Skilligt er at fiskivinnustýring snýr seg m.a. um at avmarka ta samlaðu veiðina eftir vinnuligum fiskasløgum.

Sostatt verður eisini avmarkað hvørji ella hvussu mong fiskifør ið kunnu fáa veiðiloyvi. Neyvan hevði fiskivinnan mótmælt um eitt rímiligt árligt gjald hevði verðið sett fyri atgongd (veiðiloyvi, fiskidagar, kvotur), alt eftir hvønn veiðibólk talan var um. Tað kann neyvan vera ætlanin at landið skal umsita fiskivinnuna – ólíkt restina av samfelagnum – við hægstu inntøku til landskassan í fyrsta liði fyri eyga gjøgnum at krevja uppskrúvaðan marknaðarprís fyri veiðiloyvi. Hinvegin síggja vit einki forgjørt í at veiðiloyvi verða útlutað eftir søguligum rættindum (grandfathering), so leingi hetta verður gjørt við ábyrgd og eftir greiðum leiðreglum. Hetta er eisini ein vanlig og væl roynd skipan nógvastaðni.

Fígging av tí almenna

At gera beinleiðis inntøkur til landskassan til fremsta politiska endamál er at vilja máa tað búskaparliga støðið undan samfelagnum. Skilabetri man vera at lata vinnuna fáa sum frægast burturúr, soleiðis at neyðugar inntøkur til tað almenna kunnu fáast úr fleiri liðum. Taka vit eitt feskt dømi sum Varðin Pelagic, so er greitt at í fyrsta liði forvinna fiskimenn pening og gjalda væl í lønarskatti fyri hetta; í øðrum liði fær reiðaríið í Gøtu rakstraravlop og rindar skatt av hesum; í triðja liði setir felagið part av sínum avlopi í nýtt virki á Tvøroyri, har fólk fáa arbeiði og rinda skatt av sínari løn; í fjórða liði rindar Varðin Pelagic skatt av møguligum rakstraravlopi, í tann mun hetta ikki verður brúkt til nýggjar íløgur; í fimta og sætta liði forvinna undirveitarar og teirra starvsfólk pening við at selja vørur ella tænastur til virkið, og rinda skatt av avlopi og lønum. At leggja eykaskatt á fyrsta lið gjøgnum tilfeingisgjald er í longdini sum at skjóta seg sjálvan í fótin, og minni fæst burturúr tá samanum kemur.

Okkara vón er at hesi viðurskifti verða gjølla umhugsað til frama fyri land og fólk, tí fiskivinnan er framvegis ein grundarsteinur í tí føroyska samfelagsbúskapinum.

Við virðing fyri tí týdningarmikla arbeiði landsins politikarar og embætisfólk gera, eru vit til dystin fús at rætta eina hjálpandi hond har vit kunnu og greiða fegin nærri frá okkara sjónarmiðum um neyðugt.

Við heilsan,

Manningarnar á føroyskum uppisjóvarskipum

Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard, Formaður

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Eyðstein Djurhuus, Formaður