Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sel ognina beinleiðis á netinum

Herfyri varð nýggj tænasta frá Vinnuvitan Sp/f, sum eisini eigur og rekur Vinnuvitan.fo, latin upp á netinum. Talan er um ein marknað fyri keyp, sølu og útleigan av ognum.

Endamálið við Fastognir.fo er at geva seljarum og útleigarum ein møguleika at selja og útleiga ognir beinleiðis.

Líknandi tænastur eru ógvuliga væl umtókar uttanlanda, og tí hava føroyingar eisini fingið møguleikan fyri hesum. Visiónin við nýggju síðuni er at gera tað lættari hjá føroyingum at finna ognir, ið eru til leigu ella sølu, og leita sær vitan fram um teir spurningar tey hava viðvíkjandi hesum.

Síðan er tí uppbygd soleiðis at viðskiftafólkini altíð lætt kunnu fáa alla grundleggjandi vitan. Í mun til aðrar líknandi tænastur í Føroyum, so verður hendan tænastan ókeypis fyrstu mánaðirnar.

Tað verður ókeypis at leggja lýsingar á síðuna, men um tørvur er á eyka tænastum, so er møguligt at fáa fatur á tí. Fastognir.fo bjóðar professionella myndatøku, framvísing av ogn, støðulýsing, virðismeting, sáttmálar og mangt annað.

Vitja nýggju tænastuna á www.fastognir.fo