Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Søtur er sjálvboðin biti

01. Jun 2014

Klaksvíkin lá ikki sveipað í ravmagni hetta kvøldið, men stjørnurnar glampaðu sum eldkúlur úti í hinum ókenda alheimi. Veðrið var av tí fagrasta, tá útróðrarbátarnir fóru stimandi norður ígjøgnum Haraldssund. Teir fóru ikki á havmiðini norðanfyri. Leysir av landi løgdu teir stilt, andaktsstemningur rakst ímillum bátarnar við úrkøktu motorunum, í kvøld vóru havsins treystu synir áskoðarar til eina av teimum heilt stóru hendingunum í søgu okkara...

les meir

Sangfest á Vaglinum

31. Mai 2014

Høvið var, at sálmafagnaður, "Nordisk Kirkesangfest", varð hildin í Føroyum við luttøku av fleiri hundrað gestum úr Norðurlondum. Í hesum sambandi hittust øll á Vaglinum í gjárkvøldið, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti.

les meir

GLAS - Summarframsýningin 2014

31. Mai 2014

Fríggjadagin 6. juni er árliga Mentanarnáttin í Tórshavn við ørgrynnu av mentanarligum upplivingum í býnum. Men áðrenn Mentanarnáttin brestur á, borðreiðir Norðurlandahúsið við eini heilt serligari listarligari uppliving.

les meir

Kórið Sólarmagn konsert í Vesturkirkjuni

31. Mai 2014

Sunnukvøldið klokkan 19 fer kórið Sólarmagn av Velbastað at hava konsert í Vesturkirkjuni. Kórið, sum nú hevur fjúrtan ár á baki, er í høvuðsheitum mannað við fólki úr sóknini. Tey hava hesi árini brýnt og styrkt røddirnar, so tær klinga væl og javnt. Leiðari hevur øll árini verið Fróði D. Sandoy. Og kórið hevur sungið sera ymisk sløg av tónleiki.

les meir

Tað gongur altíð útyvir nólsoyingar

31. Mai 2014

\"Teistin er ikki okkara trupulleiki, men Ternan er okkara loysn\", stóð á einum mótmælisskelti í morgun, tá nólsoyingar mansterkir komu til Havnar at hitta borgarstjóran og vinnumálaráðharran fríggjadagin.

les meir

Spennandi fundur um insulinpumpur í MBF-húsinum mánadagin hin 2. juni klokkan 19

31. Mai 2014

Tað eru í ár 10 ár síðani at fyrstu fólkini í Føroyum fingu insulinpumpu. Í hesum sambandi hevur Diabetesfelag Føroya fund í MBF-húsinum mánakvøldið hin 2. juni klokkan 19.

les meir

Sjálvtøkubúðin hjá Jákupi Mikkelsen

31. Mai 2014

Tollurin er goldin, tollurin er goldin, tollurin er goldin, tað er loysunarorðið hjá Jákupi Mikkelsen í sambandi við tollmálið.

les meir

Skjalprógv: Jørgen segði ikki ósatt

30. Mai 2014

Sambært skjali í tollmálinum, so er tað nógv, sum bendir á, at Niclassen einki skyldar og tá tað so verður hildið saman við politiavhoyringini um, at ikki altíð var samsvar við tað, sum var tolla og tolllistan, sýnir veruleikin, at samsvar ikki var við tollingina og tollistan.

les meir