Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað kemur ikki uppá tal at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum, fyrispurning viðvíkjandi sambýlisplássum í Vágum, eftir grein 52a í Tingskipanini.

Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum

Viðvíkjandi sambýlisplássum í Vágum

1. 1. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at niðurleggja sambýlispláss í Vágum?

2. 2. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at raðfesta bygging av nýggjum íbúðum ístaðin fyri tey verandi sambýlini í Vágum og aðra staðni í Føroyum?

3. 3. Hvussu nógv fólk, undir 18 ár og eldri, standa á bíðilista at fáa bústað í Føroyum?

4. 4. Hvussu stórur er tørvurin hjá ungum við serligum tørvi at fáa útslúsingar-, virknis- og íbúðartilboð í Føroyum?

Viðmerkingar

Tað frættist alment, at Almannaverkið arbeiðir við at niðurleggja sambýlispláss í Vágum og flyta fólkini til onnur støð at búgva. Hetta undrar almikið, tí kommunurnar og vinnulívið í Vágum hava gjørt eitt stórt arbeiði við at samstarva og gera umstøðurnar hjá fólki við serligum tørvi, so virðiligar og góðar sum gjørligt.

Eg kann góðtaka, at tað verður visiterað eftir tørvi og ynski hjá tí einstaka, har tey eru før fyri sjálvstøðug at taka avgerð, men ikki at tvangsflyta fólk, tí skipanin møguliga heldur tað verða best. At skapa so nógv órógv á hvønn einstaka, sum verða rakt, er ikki virðiligt. Er tað so, at fólk ynskja at flyta, er minsta kravið, at onnur flyta inn ístaðin ella, um bygningar eru óhóskandi, so skulu aðrir útvegast.

Tað er als ikki politiskur vilji at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum, men at uppraðfesta og byggja nýggja tíðarhóskandi virknis- og bútilboð ístaðin fyri tey, sum eru í dag.

Tað er stórur tørvur á útslúsingar-, umlættingar- og virkistilboðum. Alment hevur verið gjørt til kennar, at hesi tilboð eru ynskilig at fáa uppraðfest, bæði í Vágum og aðrastaðni í miðstaðarøkinum.

Tað kemur ikki uppá tal at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum.

Á Løgtingi, 27. mai 2014

Rósa Samuelsen